Ung kring alt landið hittast í Ebenezer

Hetta vikuskiftið verður árliga ungdómsstevnan í Ebenezer hildin.

Tey ungu í brøðrasamkomun í Ebenezer hava í nøkur ár havt hesar ungdómsstevnur, har hundraðtals ung møtast til bíbliutímar og møtir, eins og tey njóta góða samveru saman.

Evnið á bíbliutímum og møtunum í ár er “Ávøkstur Andans”. Byrjað varð við hesum evninum í gjárkvøldið, og verður hildið fram í kvøld og restina av morgindegnum.

Í kvøld er fyrst bíbliutími klokkan 19, har Dánjal Petersen tosar um Spakføri, og klokkan 21 er ungdómsmøti, har Jonathan Warner tosar um frið.

Leygardagin verða ikki færri enn fýra ymiskir bíbliutímar, áðrenn dagurin og stevnan enda við ungdómsmøti klokkan 21, har einar Wang tosar um kærleika.

Meiri kunning fæst um Ungdómsstevnuna 2012 á www.ebenezer.fo ella á www.facebook.com/ungebenezer