Unga klaverstjørnan, Ida Kellemann Thomsen úr Hirtshals, kemur til Føroya at hava konsert í Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, sum verður í døgunum 23. til 30. oktober.
Konsertin verður í býráðssalinum týrskvøldið 25. oktober kl. 19.30, har Ida Kellemann Thomsen luttekur. Á konsertini luttaka eisini ungir evnaríkir tónleikarar úr Runavíkar kommunu.
Øll eru vælkomin á konsertin, sum er ókeypis.
Luttakararnir á vinnustevnuni Faroexpo, sum verður hildin í somu døgum, fáa eisini høvi at hoyra Idu Kellemann Thomsen á Gallaveitsluni.