Ung í Føroyum hava nokk av einum týðandi evni í kroppinum

Granskarar hava eitt tilmæli um, hvat vit skulu eta fyri at vit ikki fara at mangla tað  

Føroyskir tannáringar hava nokk av jodi í kroppinum. Tað vísir nýggj gransking, sigur Sjúkrahúsverkið á heimasíðu síni. Tað er nógv, sum bendir á, at føroyingar eta minni fisk og annan mat úr sjónum enn áður, og tí mæla granskarar til at halda eitt vakið eyga við, hvussu nógv jod vit hava í kroppinum.

 

Jod er neyðugt fyri heilsuna hjá fólki, tí framleiðslan av hormonunum krevur at vit hava nokk av jodi. Tískil er jod alneyðugt - og serliga týdningarmikið er varandi undirskot á jodi ein vandi tá ið heilin veksur  og mennist. Men hinvegin kann varandi yvirskot av jodi í kroppinum elva til struma, sum er ov stóran skjaldkertil, og knútar í skjaldkertlinum.

 

Í kanningini vórðu børn, sum vórðu fødd í 1986 og 1987, og kanningarnar vóru í 200 og 2001. Úrslitið av kanningunum var, at hjá 79 prosent av teimum, sum vórðu kannað, var nøgdin av jodi innan fyri mark , 17 prosent høvdu ov nógv og fýra prosent høvdu ov lítið. Men eingin hevði kortini ringan jodmangul.

 

Granskararnir siga eisini, at samband var millum nøgdini av jodi í kroppinum og hvussu nógvan fisk ungdómarnir ótu. Tey, sum ótu meiri fisk, høvdu størri nøgdir av jodi. Kanning vísti sostatt, at um aldarskiftið høvdu føroysku tannáringarnir passalig jod innihald í kroppinum.

 

Hinvegin vísir ein kanning í fjør, at nøgdin, vit fáa av jodi við matinum, er á markinum til at vit mangla jod – serliga eru tað kvinnurnar, sum fáa ov lítið jod.

 

Men akkurát sum ov lítið jod er ein heilsuvandi, er tað eisini vandamikið at hava ov nógv jod í kroppinum. Høvuðskeldan til jod er fiskur og annar matur úr sjónum, og ein onnur høvuðskelda er vanligt salt, sum jod er sett til. 

 

Í hesum sambandi mæla granskararnir til, at vit eta fisk til døgverða minst tvær ferð um vikuna fyri at tryggja, at vit fáa nokk av jodi. Tá ið tú brúkar salt, kanst tú brúka salt, sum jod er sett til. Slíkt salt, fæst til keyps í øllum matvørðuhandlum.

 

Í verkætlanarbólkinum vóru Herborg Líggjasardóttir Johannesen, Stig Andersen, Stine Linding Andersen, Kári Rubek Nielsen, Pál Weihe, Maria Skaalum Petersen og Anna Sofía Veyhe.