Ung í Føroyum framføra

Í dag endar ungdómsstevnan Ung í Føroyum við fjøltáttaðari, almennari sýning

Hetta vikuskiftið hevur Norðurlandshúsið verið karmur um ungdómsmentanarstevnuna Ung í Føroyum.

 

Árliga stevnan, sum var á fyrsta sinni í 2001, er fyri øll ung í Føroyum, sum eru millum 13 og 19 ár.

 

Á stevnuni hava tey luttakandi møguleika at vera við á ymsum listaverksmiðjum, sum tey sjálvi hava valt sær. Umframt at vera frálæra og geva íblástur er Ung í Føroyum ein pallur fyri tey ungu at sýna fram sína list.

 

Júst hvat tað er, tey ungu hava tikist við hetta vikuskiftið í Norðurlandahúsinum, bertil at síggja í kvøld, tá stevnan endar við eini stórari almennari sýning, har allir luttakararnir á stevnuni luttaka á einhvønn hátt.

 

Framførslurnar frá ungum í Føroyum byrja klokkan 18.00 í Norðurlandahúsinum.