Tað er í kvøld, at rúsfría tiltakið ?Náttin er Ung?, sum er fyri allar 7. flokkar í Føroyum, verður í Dansifrøi í Havn. Tiltakið er ein endabrestur á evnisvikuni um Ung og Rús, sum SSP hevur sett í gongd kring landið.
Allir 7. flokkar í Føroyum kunnu soleiðis stevna til Havnar, har tiltakið byrjar í hølunum hjá Dansifrøi í Gundadali í kvøld klokkan 20 og endar á midnátt.
- Vit vænta, at mong ung úr øllum landinum stevna til Havnar í bussum, báti og í privatbilum, og higartil vita vit um, at umleið 600 ung koma í Dansifrøi í kvøld, siga fyrireikararnir.
Á skránni verður Gypsy Train, Dansibólkurin BiiT, Dj við Vj og Páll Finnur Páll.
Fyrireikararnir til ?Náttin er Ung?, sum eru ungdómshúsini kring landið, eru sera spent og gleða seg nógv til at hitta øll hesi ungu í kvøld.