Ung gera jólagávur til eldra ættarliðið

Hetta er sjeynda árið á rað, at Ungdómshúsið í Vági ger jólagávur til eldru borgararnar.

- Tað merkist eisini í Ungdómshúsinum í Vági, at jólini eru í hond. Her hava tey ein heilt serligan jólasið, har tey ungu gera jólagávur til eldru borgararnar í Vági.

 

Tað siga tey í Vágs kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at borgararnir, sum soleiðis fáa jólagávur úr Ungdómshúsinum, eru fólk, sum eru 80 ár og eldri.

 

- Tey ungu hava seinastu tíðina hugna sær saman. Her hava tey gjørt einglar, sum tey so fara at bera út til tey eldru. Hetta er ein hugnaligur siður, sum tey eldru eisini gleðast um.

 

Í Vági verður sagt, at hetta er sjeynda árið á rað, at Ungdómshúsið ger jólagávur til eldru borgararnar.

 

- Vit eru sera glað fyri hetta átak, og Ungdómshúsið eigur eina hjartans tøkk fyri, at tey hugsa um okkara eldru borgarar og vilja gleða tey við einari gávu jólum, siga tey í Vágs kommunu í dag.