Í nátt leyp ein maður á eina unga gentu, tá ið hon var á veg til húsar.
Maðurin slóð hana so illa í andlitið, at tað skrædnaði niður frá eyganum og hon mátti á Landssjúkrahúsið tey tóku nakrar pentur í. Samstundis var líkt til, at hon hevði fingið heilaskjálvta, sigur løgreglan.
Løgreglan sigur, at so vítt, tey hava fingið uppspurt, var álopið púra ógrundað. Gentan er avhoyrd, og hon dugdi at siga, hvør álopsmaðurin var, so nú er hann skuldsettur fyri harðskap.










