Ung genta á ørandi hæddum

Myndin er tikin stutt norðan fyri Lonina, har bergið er einar 300 metrar høgt, beint niður í sjógv.

Í góðveðrinum mánadagin vóru sandoyingar vestan fyri á oynni og rændu nátaegg. Hetta er ein partur av mentanini og gomlum siðaarvi í oynni.

 

Á slíkum ferðum er spennið gjarna rættiliga vítt millum hin elsta - og hin yngsta ella hina yngstu, sum henda dagin, tá Anna Petra Petersen var við.

 

Tað er Anna, sum á myndini situr á einum bøkki dygst við eggina, púrasta rólig og ikki á nakran hátt óttafull um ørandi hæddirnar.

 

Myndin er tikin stutt norðan fyri Lonina, har sandoyingar hava roynt seg við frítíðarsíðing. Bergið er einar 300 metrar høgt, beint niður í sjógv.

 

Tað eru djørv fólk, sum eru við á ferðini - frá elst til yngst. Anna er trygg við umstøðurnar, og tað er abbin - 78 ára gamli Thomas Petersen - eisini.

 

Fyrstu ferð, Anna Petra Petersen var í línuni, var hon bert sjey ára gomul. Mánadagin var hon eisini niðri í berginum og royndi seg sum hinir bjargamenninir.

 

Veðrið var av tí allar besta mánadagin. Lítið og einki lot, og sólin bakaði allan dagin. Ein frálíkur túrur, har in.fo eisini fekk høvi at vera við.