Ung fyri Miðflokkin stovnað

Miðflokkurin fær nú, eins og teir stóru flokkarnir, stuðul frá einum ungmannafelag

 

Ung í Miðflokkinum hava seinasta árið arbeitt við at stovna eitt ungmannafelag at stuðla Miðflokkinum.

Hetta felag er nú stovnað, og hevur tað fingið heitið Ung fyri Miðflokkin.

Felagið sigur seg hava til endamáls at ávirka og stuðla politikk Miðfloksins, at boða politiska boðskap floksins fyri føroyska ungdóminum, at virka fyri at fáa ung tilvitað um føroyskan politikk og at vísa týdningin av, at trúgvandi velja trúgvandi at ráða í egnum landi.

Øll trúgvandi, ið hava Jesus sum Harra í sínum lívi, kunnu sambært Umg fyri Miðflokkin vera limir í felagnum.