Ung fyri Miðflokkin

Týsdagin 27. novembur var aðalfundurin hjá Ung fyri Miðflokkin hildin. Fleiri ung vóru møttu til fundin og varð felagið styrkt við nýggjum limum og nevndarfólki.

Seinasta starvsárið hjá UfM varð eftirmett og avrikini hjá felagnum síðani tað var endurstovnað í 2010. Aðalfundurin umrøddi politiska landslagið í Føroyum og tey átrokandi málini, sum hava verið uppi at venda seinastu tíðina. Tíð var eisini til kaffi og køku, umframt eitt sindur av skemti.

Aðalfundurin kom til tað niðurstøðu, at ungmannafeløgini eru sera týdningarmikil í tí Føroyska politiska landslagnum. Ungmannafeløgini eiga at vera virkin! Ungmannafeløgini eiga at ganga undan, tá ið tað umræður breiðar politiskar semjur, at finna eitt felags stev øllum at frama og siga frá, tá ið okkara politikarar eru á vandaleið. Hetta hava ungmannafeløgini eisini víst í verið, har tey í PolUng skipaðu seg og fingu eina felags resolutión samtykta í Unga Norðurlandaráðnum, ið fordømir handilsátøkunum hjá ES mótvegis Føroyum.

Ynski hjá UfM er framhaldandi at vera eitt mótspæl mótí tí liberala virðispolitikkinum, ið spjaðir heldur enn at savna tjóðina um at fáa Føroyar enn sterkari út úr heimskreppuni og skapa einar betri Føroyar fyri allar føroyingar!

Aðalfundurin valdið 5 nevndarlimir og 2 tiltakslimir og vóru fleiri broyingar eru nevndini. Formaðurin undanfarnu tvey árini hevur lagt frá sær og Dánjal M. Joensen varð valdur nýggjur formaður. Nývaldur nevndarlimur er Pætur E. Jacobsen, og John Sigurd Hammer nývaldur eykalimur.


Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Dánjal M. Joensen, Formaður.
Rani Andrasson Skaalum, Næstformaður.
Pætur E. Jacobsen, skrivari.
Aleksandra M. Skaalum, nevndarlimur.
Jens Kartin, kassameistari.
John Sigurd Hammer, varalimur.
Hallur av Rana, varalimur.

Vegna Ung fyri Miðflokkin
Dánjal M. Joensen
Formaður