Í Havn herjaðu fyrstu liðini á at fríðka ymsastaðni í kommununi. Hesi á myndini vóru uppi í Jørundargøtu í Hoyvík, har tey vóru farin at hampa uppá fríøkið og spæliplássið.
Tey ungu gera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað. Arbeiðið er skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part. Hatta svarar til 60 tímar.
Fyrsta tíðarskeiðið er frá í dag fram til 3. juli, og seinna tíðarskeiðið frá 6. juli til 17. juli. Arbeiðsdagarnir eru seks tímar frá kl. 9 til 15, fimm dagar um vikuna, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.