UNG Í FERÐSLUNI
Tey ungu eru klár yvir, hvussu vandamikið tað er fyri tey at koyra bil. 73 deyð, 581 fingu álvarsligan skaða og 831 fingu smærri snuddir. Hetta eru tey døpru tølini fyri tey ungu millum 15 og 24 ár, sum vóru við í ferðsluvanlukkum í 2000. »Tað er meiningsleyst og syrgiligt, at so nógv ung doyggja í bili í Danmark. Høvdu tey bara vilja ásanna teirra manglandi royndir, brúkt trygdarbeltir og lætt fótin av spitaranum, kundu nógv ung lív verði spard«, sigur løgfrøðiligi stjórin hjá FDM, Lars Ellegaard.
Halda tey eru ódeyðilig
Hóast tey ungu ásanna teirra tørvandi royndir í ferðsluni, doyggja nógv fleiri ung undir 25 ár í ferðsluni enn í øðrum aldursbólkum. FDM hevur latið gjørt eina kanning av, hvat tey ungu millum 15 og 29 ár halda um seg sjálvi og bilkoyring. Kanningin vísti at 59 prosent í hesum aldursbólkinum, hildu at tey vóru vandamiklari bilførarar enn onnur. Tað kunnu vera nógvar orsøkir til at ung fólk eru til so stóran vanda í ferðsluni. Sálarfrøðingar vísa á ungdómligt stórlæti og ov stórt sjálvsálit, at tey nærmast halda, at tey eru ódeyðilig, saman við tørvandi fatan av at teirra gerðir fáa avleiðingar. Hetta er ein vandamikil og hættisligur blandingur. Tey ungu hava kanska refleksini í ordan, men mangla tær neyðugu royndirnar í at koyra ein bil við nógvari ferð undir torførum umstøðum.
Kelda: FDM / Motor