Ung barnafamilja í bústaðarneyð fingið leiguíbúð

Barnafamiljan, sum í VikuskiftisSosialinum greiddi frá, at hon varð heimleys 1. juni, hevur fingið íbúð í Klaksvík.

Adriana Arnbjarnardóttir, Kristian Eli Holmsund og tvey ára gamla dóttirin Tamara, sum í VikuskiftisSosialinum greiddu frá bústaðarneyðini, sum tey vóru komin í, hava fingið eina leiguíbúð í Klaksvík.

Barnafamiljan, sum í løtuni býr í einari kjallaraíbúð í Rituvík, var í vanda fyri at gerast heimleys um tveir mánaðir, tí húsini, tey eru í, skulu seljast. 

 

Við VikuskiftisSosialin segði Adriana, at hon hevði tosað við óteljandi privatfólk, sum leiga út, men at har var einki at gera, tí ongar íbúðir vóru tøkar. Adriana hevði eisini verið í samband við bæði kommunur, Almannastovuna og Bústaðir. Men ongin kundi hjálpa teimum, og heldur ikki høvdu tey møguleika at flyta inn til familju. Støðan hjá ungu barnafamiljuni var so ring, at tey eitt nú umhugsaðu at flyta í ein húsvogn.

 

Men beinanvegin tað stóð at lesa í VikuskiftisSosialinum og á in.fo um bústaðarneyðina hjá ungu familjuni, vórðu tey kunnað um eina íbúð, sum var til leigu í Klaksvík. Tey settu seg alt fyri eitt í samband við útleigaran, og eftir at hava verið og hugt eftir íbúðini, fekk familjan í boði at leiga íbúðina.

 

Hóast tey helst høvdu viljað verið verandi í Runavíkarøkinum, so tordi Adriana ikki at lata íbúðina í Klaksvík gleppa teimum av hondum, og í næsta mánaði flytur familjan tí til Klaksvíkar.

 

- Hetta er so deiligt. Alt er so nýtt og eg hopi bara, at vit fara at trívast har, sigur Adriana, sum leggur afturat, at tey fara at melda seg inn í Klaksvíkar kommunu og fara at søkja um barnagarðspláss har beinanvegin.

 

Hetta er fimtu ferð í tvey ár, at Adriana og familja hennara mugu flyta. Tey hava eitt nú eisini búð á Glyvrum og á Strondum, og nú gongur leiðin so til Klaksvíkar, har sjeikurin hjá Adrianu arbeiðir.

 

Fyri at sleppa undan at koma í bústaðarneyð skjótt aftur, hava tey biðið um at sleppa at langtíðarleiga íbúðina í øllum førum í eitt ár. So kann sáttmálin altíð leingjast næsta ár, sigur Adriana, sum hevur skilt á útleigara, at tað verður ikki nakar trupulleiki at gera ein sáttmála um langtíðarleigu.

 

Við VikuskiftisSosialin segði Adriana Arnbjarnardóttir, at tað eru nógv onnur, sum eru í bústaðarneyð í Føroyum. Tá hon gjørdi vart við trupulleikan á Facebookbólkinum ”Fjølbroyttari bústaðarmøguleikar í Føroyum” vóru tey tann triðja barnafamiljan, sum seinastu tvær vikurnar í ráðaloysi hevði gjørt vart við, at tey høvdu einki at búgva í.