Í døgunum 14. – 16. apríl fer unglingalandsliðið í badminton til kapping í Berlin. Hetta er fyrstu ferð, at Badmintonsambandið sendir leikarar til hesa kappingina. Føroyar verða umboðaðar í aldursbólkunum U13 til U22.
Landsliðsvenjararnir, Aritra Nandy og Paulo Pinheiro, hava tikið hesar leikararnar út:
U13
Adhya Nandi, HBF
Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF
U15
Ari Nandi, HBF
Rúni Øster, HBF
Lena Maria Joensen, KBF
Miriam í Grótinum, HBF
U17
Mona Rasmusdóttir, ÍF
Sissal Thomsen, HBF
Jónas Djurhuus, HBF
Árant á Mýrini, MBF
Ari Miné Jacobsen, KBF
U19
Gunnva Jacobsen, HBF
Kristina Eriksen, HBF
U22
Rannvá Djurhuus Carlsson, HBF
Magnus Dal-Christiansen, HBF
Sólfríð Hjørleifsdóttir, VÍF
Sum liður í fyrireikingunum til kappingina eru leikararnir á venjingarlegu á Giljanesi hetta vikuskiftið.