Ung av bygd í dans í Havn

Tá atgongumerkjasølan til Ársins konsert og DJ show byrjaði hjá MESS í Havn fyri einari viku síðani, var kø uttanfyri skrivstovuna Ungdómar hava alla vikuna streymað til fyri at ogna sær atgongd til tiltakið, sum verður á Hálsi nú leygarkvøldið 12. september við Eyðun og Terja, DJ Neon og DJ Cool á skránni.

 

Komið við av bygd

Ung av bygd hava møguleika at koma trygg heimanifrá til tiltakið og aftur uppá pláss. Tað eru bussarnir hjá Øssuri í Vestmanna, ið bjóða seg at koyra, um tað er undirtøka fyri tí. Tað einasta, tú skalt gera, er at melda teg til á tlf 21 77 52 í seinasta lagi 12. september klokkan 15.00.

 

Atgongumerki fáast enn hjá Mess á Niels Finsens Gøtu í Havn fyri 125 krónur. Skrivstovan er opin allar gerandisdagar frá 13-18. Tey seinastu atgongumerkini verða seld við dyrnar fyri 150 krónur.

 

Konsertin byrjar kl 23.30 og er til 04.00. Aldursmarkið er 15 ár.

 

Kelda: Mess.fo