Her hava tey møguleika at tríva í ymisk arbeiði, ið kunnu fríðka um í kommununi, samstundis sum tey forvinna sær nøkur oyru.
Sambært Sandoyarportalinum byrjaðu tey at mála girðingar rundan um Sands skúla og girðingarnar kring FIFA-vøllin.
Tá tað arbeiðið er liðugt, skuldu tey fara at hampa gøtuna niðan til Minnisvarðan og økið rundan um har. Gøtan vestan fyri Ungmannafelagshúsið skal somuleiðis gerast liðug.
Ein annar bólkur av ungum situr á Sands bókasavnið og har tey leggja um bøkur. Tey hava í øllum førum havt úr at gera.
Í ár eru tey 19 ung av Sandi, sum hava fingið møguleikan at tjena sær nakrar krónur.
- Tað er gott at Sands kommuna, gevur ungdóminum henda møguleika, tí her eru ikki nógv arbeiðspláss í oynni, skrivar Sandoyarportalurin.