Ung í arbeiðshandskarnar

Komandi vikurnar fara ungdómar at mynda Tórshavn, har teir viðlíkahalda almennar bygningar og øki.

- Mánamorgunin fóru teir fyrstu unglingarnir til arbeiðis í kommununi, nú Ung í arbeiði aftur er á skrá. Nøkur fóru út á stovnar, onnur fóru út við bólkaleiðarum til ymisk arbeiði, skrivar Tórshavnar Kommuna á síni heimasíðu.

Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og fær ungdómurin til uppgávu at lúka, sópa gøtur, mála, rudda og ymiskt fyrifallandi arbeiði. Ofta verður arbeiðið gjørt eftir ráðum frá borgarum, sum síggja eitthvørt, ið krevur eina bøtandi hond, og kommunan eggjar borgarunum at koma við uppskotum.

Ung í arbeiði bjóðar á hvørjum ári ungdómi í Tórshavnar kommunu arbeiði í summarfrítíðini. Tilboðið er galdandi fyri ung millum 14 og 16 ár. Tey sleppa til arbeiðis í tvær vikur hvør.