Ein undrunarverdur lutur varð í morgun funnin á strondini millum Løkken og Lønstrup í Norðurjútlandi. Hetta boðar vaktleiðarin hjá Nordjyllands Politi, Karsten Kristensen, frá í einum tíðindaskrivi í dag.
Luturin, sum varð funnin í morgun klokkan 11.57, hevði eitt tvørmát á umleið 40 sentimetrar. Hann var rundur og gjørdur úr onkrum slagi av metalli, sum var rustað.
Avgjørt varð at tilkalla eitt lið við bumburuddarum, sum klokkan 16.55 seinnapartin í dag sprongdu lutin í stykkir. Síðan varð luturin kannaður nærri.
Tá til stykkis kom, vísti tað seg, at hetta var ein lutur úr einum troli, "... som er et net man bruger i forbindelse med fiskeri"... sum løgreglan tekur til í tíðindaskrivinum.
Seinnapartin í dag varð økið á vesturstrond Norðurjútlands - millum Løkken og Lønstrup - ruddað, soleiðis at gyrðingin um økið, har luturin í dag varð funnin, kundi takast burtur aftur.