Í kvøld var grannauppgerð á Tórsvølli. Teir næstbestu hjá B36 høvdu vitjan av Undrið FF, sum fyri fyrstu ferð roynir seg í næstbestu deildini.
Tað hevur higartil gingið hampuliga væl hjá uppflytarunum. Undan vitjanini á Tórsvølli hevði Undrið FF vunnið 8 stig úr seks dystum, meðan B36 hevði vunnið 4 stig.
Í kvøld vann Undrið FF 2-1 eftir hálvleiksstøðuna 1-1.
Sigursmálið skoraði Villiam Emil Klein, tá ið eitt stórt korter var eftir. Í fjør var hann á næstbesta liðnum hjá B36, sum endaði á áttanda plássi. Villiam Emil Klein skoraði í fjør 11 mál fyri B36 í næstbestu deidini.
Tey bæði málini í fyrra hálvleiki vórðu skorað eftir lítlari løtu stutt undan steðginum.
Petur Frank Holm legði Undrið FF á odda, og minuttin eftir var tað Rani Berg í Soylu, sum javnaði fyri B36.
Tølini siga, at B36 vann 10 hornaspørk, og at Undrið FF vann tvey hornaspørk, og at B36 vann fimm stórar málmøguleikar, og at Undrið FF vann fýra stórar málmøguleikar.
Um eina viku fer Undrið FF at fáa vitjan av grannunum í HB, og tá fer B36 til Klaksvíkar at spæla.











