Undrið dømt at tapa 3-0

3.deild: Tá FF Giza b og Undrið b leiktu fótbóltsdyst í 3. deild hjá monnum tann 15. mai, hevði Undrið eftir øllum at døma ikki alt upp á tað reina.

 

Dysturin sjálvur endaði við javnleiki 2-2, men eftirspælið av dystinum er tað, sum er meira spennandi í hesum føri.

Eftir dystin kærdi FF Giza Undrið fyri at nýta ólógligar leikarar. Talana var um tríggjar leikarar, Levi Sevdal, Levi Jakobsen og Hans Petur Nolsøe.

 

Hesir leikarar høvdu sambært leikaraskránni hjá FSF einki leikaraloyvi tann 15.05.2010.

Giza førir fram, at sambært grein 12 í Kappingarreglunum fyri fótbólt, skal ein leikari vera skrásettur í felagnum, fyri at kunna roknast sum lógligur.

 

Undrið verjir seg við, at teir báðir fyrstu ongantíð áður hava leikt fótbólt, og at tað eru eini 10 ár, síðani Hans Petur Nolsøe leikti seinast. Eisini sigur Undrið, at talan er um eina misskiljing millum gomlu og nýggju nevndina.

 

Aganevndin hjá Fótbóltssambandinum er tó greið í sínari niðurstøðu:

 

» Við heimild í grein 8, litra h í Agareglugerðini verður Undrið b, 3. deild menn dømt at tapa dystin móti Giza b tann 15. mai 2010 fyri brúk av ólóglogum leikara við málmuninum 0-3 sambært grein § 41 í kappingarreglunum fyri fótbólt«.