Tað er undrunarvert, at oljufeløgini í Føroyum ikki klára at selja olju og bensin líka bíligt sum oljufeløgini gera á Suðuroyggjum, ella Ytru herbridunum.
Tað heldur Kappingareftirlitið, sum hevur samanborið prísir í fleiri oyggjasamfeløgum og tær samanberingingarar vísa olja og bensin eru dýr í Føroyum.
Eitt av hesum oyggjasamfeløgum har tað er bíligari enn Føroyar eru Suðuroyggjar, vestan fyri skotska meginlandið.
Tað býr 27.400 fólk á Suðuroyggjum, og fólk býr á 15 oyggjum. Samanborið við Føroyar, er ikki í sama mun landfast millum oyggjarnar. Mest vanliga sambandi millum oyggjarnar er ferjusamband, men millum Norður Usit, Benbecula og Suður Uist eru byrgingar.
Størsti býurin, Stornoway, er á oynni Lewis and Harris. Tað byr annars eini 20.000 fólk á oynni og 9.000 fólk í sjálvum Stornoway.
Oljugoymslan er í Stornoway, og her er tann avmarking at tangaskipið, sum verður brúkt á hesum leiðum, lastar bara 3.500 tons, til samanberingar lasta skipini sum koma til Føroyar tvífalda so nógv tons, sigur kappingareftirlitið.
Tilsamans var nýtslan av brennievnum á Suðuroyggjum 29.500 tons í 2014, umframt 2.500 tons av gassi til upphiting. Til samanberingar var føroyska nýtslan í 2014 áleið 140.600 tons.
- Sum tað sæst á talvunum, er bensin og diesel dýrari í Suðuroyggjum enn í Føroyum, men er tí at almennu avgjøldini eru munandi hægri í Stóra Bretlandi, sigur Kappingareftirlitið.
Verða avgjøldini drigin frá, eru prísirnir á bensini og diesel í Suðiuroyggjum munandi lægri enn í Føroyum. Munurin er ávikavist 68 oyru fyri bensin og 33 oyri fyri diesel.
Kappingareftirlitið hevur brúkt ein miðalprís fyri Ytru Hebridum í samanberingini omanfyri, varð hinvegin samanborið við Stornoway var munurin áleið 1 krónu fyri liturin.
Tað skal tó viðmerkjast at tað eru støð í Suðuroyggjum har føroysku oljufeløgini høvdu verið kappingarfør. Eitt dømi er býruin, Castlebay, á oynni Barra, har 1.174 fólk býr.
- Har er bensini bert níggju oyru bíligari enn í Føroyum, men diesel er 29 oyru dýrari. Her skal tó leggjast afturat, at talan er um eina oyggj sum bert hevur ferjusamband og ein lítlan flogvøll sum er opin tá ið fjøra er. Ongin oljugoymsla er á oynni, so brennievni kemur við tangabilum til oynna.
- Tað er undrunarvert at eitt land sum Føroyar við tvær ferðir so nógvum íbúgvum, eini oljunýtslu sum er fleiri ferðir størri, munandi betri havnarviðurskiftum og landfast millum flestu oyggjar, ikki megnar at veita sínum borgarum brennievni sum er bíligari enn á Suðuroyggjum, heldur Kappingareftirlitið.