Undrast á útsagnir løgmans

Giktlæknin undrast á útsagnirnar hjá løgmanni í sambandi við ósemjur í LSH, men sigur seg vóna at halda fram eftir páskir.

Í dag er fyribils seinasti arbeiðsdagurin hjá Pero Sore, men hann vónar, at ein semja verður funnin á páskum.

 

Eftir tvær uppsøgnir, og fleiri ferðir at hava útsett verandi uppsøgn, varð Pero Sore helst millum serlæknarnar, ið løgmaður skírdi »ósjarmerandi« í farnu viku.

 

Tað var í sambandi við kjakfund um støðuna í heilsuverkinum, sum sambandsfelagið í Suðurstreymoy skipaði fyri, at Kaj Leo Holm Johannesen ilskaðist inn á serlæknarnar, ið hava tikið til orðanna í miðlunum.

 

Sambært honum, so eigur politiska valdi ikki at eftirlíka øllum krøvum hjá teimum, ið rópa harðast, tí vandin er, at so kemur næsta kravið undan kavi.

 

Les eisini: Vit skulu ikki lifra fyri teimum, sum rópa harðast

 

Pero Sore undrast á, at løgmaður vinklar hetta á ein slíkan hátt, at tað eru serlæknarnir, sum hava ein trupulleika.

 

- Tað er ikki eg, sum havi tørv á læknaligari viðgerð, men sjúklingarnir hjá mær. Seinastu seks árini havi eg gjørt avvarandi myndugleikarnar varugar við trupulleikarnar at virka undir galdandi avtalum og hølisviðurskiftum, men eingin broyting hevur verið at hóma. Tí varð mær ovboðið, og eg fór í fjølmiðlarnar at vísa á keðiligu arbeiðsumstøðurnar, sum koma sjúklingunum aftur um brekku, sigur giktlæknin.

 

- At løgmaður so metir, at eg og aðrir serlæknar við eru ósjarmerandi og elva til anarki á Landssjúkrahúsinum er hansara meining, men eg haldi tað hava stóran týdning, at vit sleppa at varpa ljós á trupulleikar í okkara yrki uttan at politiska valdi bara skúgvar tað til viks, sigur Pero Sore.

 

Ábøtur

Einasti giktlæknin í føroyska sjúkrahúsverkinum handaði sjúkrahúsleiðsluni eina treytaða uppsøgn til 28. februar, har serliga tvey punkt vóru avgerandi fyri, at Pero Sore helt fram. Annað var ynski um ein fulltíðarsettan sjúkrarøktarfrøðing til giktsjúklingar og hitt at fáa eina nýggja og fasta serlæknaavtalu í lag. Ikki fyrr enn á sjálvum freistardegnum, var fundur millum leiðslu, landsstýrismann og giktlæknan, har avgjørt var at útseta uppsøgnina ein mánað afturat.

 

Ábøtur hava síðani verið framdar, og millum annað hevur verið lýst eftir einum giktlækna afturat Pero Sore, umframt at peningur er settur av til sjúkrarøktarfrøðing í niðursettari tíð, sum skal vera knýtt at giktlæknanum burturav.

 

Pero Sore hevur verið burturstaddur við føroyska fótbóltslandsliðnum, og er júst afturkomin. Í morgun var hann á samráðingarfundi í sambandi við teir trupulleikarnar, sum hann ynskir at fáa greiðu á.

 

- Fundurin í dag var sera positivur og har er avgjørt vón fyri framan. Tá tað so er sagt, hevur tað verið ógvuliga drúgt at koma hertil. Samráðingarnar hava leikað á í fimm ár, og framvegis er eingin endalig loysn funnin, so tað eru eingin garantiir fyri, at tað ikki tekur fimm ár afturat, at koma á mál.

 

Fyrrverandi avtalan við serlæknarnar fór úr gildi í 2011, og síðani 2012 hevur fyribilssáttmáli verið galdandi. Av tí sama, vísir Pero Sore á, at hann ikki kann halda fram at arbeiða undir slíkari óvissu.

 

- Eg havi brúk fyri kontinuiteti í mínum arbeiði, og soleiðis er ikki nú. Vónandi og væntandi verða neyðugu viðurskiftini rokkin innan leingi, tí annars stendur uppsøgnin hjá mær við og verður hetta somuleiðis seinasti arbeiðsdagurin hjá mær. Tað er ógvuliga harmiligt, um fimm ára semingsarbeiði fer fyri skeyti upp á fimm minuttir, sigur Pero Sore, sum vónar, at hann framvegis er giktlækni á Landssjúkrahúsinum eftir páskir.

 

Fakta:

Gikt - mest vanliga kroniska sjúkan

Áttandi hvør dani antin hevur ella fær gikttrupulleikar

Í Føroyum er mett, at hetta rakar sjeynda hvønn

Nærum 7.000 føroyingar hava ella fáa sostatt gikttrupulleikar

1.500 hava tørv á ambulantari viðgerð