Rógvi W. Rasmussen, serlækni í røntgen, heldur at tað stendur illa til á serlæknaøkinum, men hann undrast á hvussu landsstýrismaðurin leggur fíggjarætlan fyri hetta øki.
Heilsumálaráðharrin, Karsten Hansen, vísti í gjár á, at tvær av teimum sjey milliónunum, sum verða lagdar afturat játtanini til heilsuverki í broytingaruppskotinum til fíggjarlógina fyri 2015, eru fluttar úr Heilsutrygd. Sambært landsstýrismanninum, so skulu hesar báðar milliónirnar vera við at fíggja nýggjan giktalækna.
Les eisini: Eingin verulig hækkan
Rógvi W. Rasmussen, serlækni í røntgen, heldur tað vera løgið, at Heilsumálaráðharrin nú fær pening úr Heilsutrygd at fíggja giktalækna við.
- Eg undrist á, at tvær milliónir frá Heilsutrygd skulu flytast til Landssjúkrahúsið, at fíggja ein giktalækna afturat. Hví skal man kunnu flyta pengar frá tí privata stovninum Heilsutrygd til almenna stovnin Landssjúkrahúsið? Hetta bara tí Heilsumálaráðharrin hevur átikið sær trupulleikan av uppsóknini av verandi giktalæknanum. spyr Rógvi.
Hann vísir á, at her er eisini lítið samsvar millum málið, har Heilsutrygd lastaði sínum privatu serlæknunum at vera ov dýrir, og at tað nú skulu tvær milliónir til at fíggja ein giktalækna afturat tí verandi.
- Hví kostar ein giktalækni afturat tvær milliónir krónur? Sambært lønarásetingunum hjá Serlæknafelag Føroya, so er ein mánaðarløn beint yvir 62.000 – altso er eitt ársverk um 745.000 krónur, sigur hann.
Við støði í álitinum um framtíðar sjúkrahúsverk frá 2007, vísir Rógvi W. Rasmussen eisini á, at tilmælini annars tala fyri, at onnur serlæknaøki eru verri fyri enn giktalæknarnir.
- Sambært tilmælunum frá danska Sundhedstyrelsen, so áttu at verið hálvtannað til tvey giktalæknaársverk í Føroyum. So kanska man kundi klára seg við einum 'hálvum giktalækna' afturat – altso einari útreiðslu á næstan 375.000 krónur árliga, sigur serlæknin í røntgen.
- Tí sambært álitinum, so verður mælt til, at tað skulu verða tríggir serlæknar innan neurologi í Føroyum, og í verandi støðu er eingin neurologur í føstum starvi innan føroyska heilsuverki, sigur hann.