-Vit mugu fáa eina nærri frágreiðing frá stjórnini, men tað er alt, sum bendir á, at íslendingar vórðu tiknir á bóli í makrelmálinum.
Tað sigur fyrrverandi íslendski uttanríkisráðharrin, Øssur Skarpheðinsson, í einari viðmerking til, at Føroyar, Noreg og ES samdust um makrelbýtið í gjár. Og hann setir serliga spurnartekin við leiklut Føroya í málinum.
-Tað, sum elvir til undran, er, hvussu í allari víðu verð tað ber til, at okkara vinartjóð, føroyingar, sum eftir øllum at døma vóru lykilin til semjuna, kundu telva hesar leikir, uttan at íslendingar vistu nakað, sigur Øssur Skarpheðinsson.
Seinni í dag skal uttanríkisnevndin hjá Altinginum á fund við Gunnar Braga Sveinsson, uttanríkisráðharra um tað seinasta, sum er hent í makrelmálinum. Uttanríkisráðharrin segði í gjárkvøldið, at Ísland kennir seg sett uttanfyri, nú hinir partarnir gjørdu av, hvussu makrelurin skal býtast.