Undrast á, at vit eru so tigandi

Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, stúrir eitt sindur fyri gongdini

- Hetta sær út til at verða ein skrúva við ongum enda!

 

Hans Joensen, formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, er ikki fegin fyri førda politikkin hjá nýggjum CEF samgonguni higartil.

 

Men hann undrast eisini á, at fakfeløgini eru so tigandi.

- Eg hoyri oki mótspæl og tað tykist ikki sum at fakfeløgini hava hug at taka málið upp.

 

Hans Joensen heldur, at hevði hetta verið í farna valskeiðið, hevði tað helst verið eitt ramaskríggj frá fakfeløgunum.

 

Tað, hann hugsar um, at rákið at leggja fleiri og fleiri avgjøld á fólk.

- Avgjøld venda altíð tann tunga endan niðureftir, tí tey eru tyngri at bera hjá fólki við lágum inntøkum, enn tey eru at bera hjá fólki við góðum inntøkum.

 

- Samstundis er tað greitt, at fólk við heilt lágum inntøkum, harafturat ongan skattalætta fáa, verður tað enn verri, tí hóast tey ongan skattalætta fáa, skulu tey kortini rinda avgjøld.

 

Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag stúrir fyri, at hetta er ein skrúva, sum ongan enda hevur. Hann stúrir eisini fyri, at tann dagin, skatturin aftur fer at hækka, fara avgjøldini ikki at lækka, og so fara fólk at sita enn tyngri í tí, enn tey gera nú.

 

Hann hevur ikki nakra patentloysn upp á, hvussu samgongan skal útvega landskassanum inntøkur ístaðin, skal hon ikki leggja avgjøld á, tí tað heldur hann, er ein uppgáva, politikararnir eiga at loysa.

 

Men hann heldur, at tey, sum hava heilt góðar inntøkur, kundu kanska tolt at rinda eitt sindur meiri í skatti. Men tað skal sjálvandi mark vera fyri, hvussu illa, fólk kunnu roytast í skatti.

 

Hans Joensen heldur ikki, at skattalættin, sum undanfarna samgonga setti í gildi, var ikki tann rætti, tí hann kom teimum, við góðum lønum, til góðar.

 

Og hann skilir yvirhøvur ikki avgerðina um at lækka donsku ríkisveitingina, sum vit hava rætt til, og so heldur leggja avgjøld á fólkið ístaðin.

 

Hinvegin heldur hann eisini, at politiski myndugleikin áttu at roynt at fingið samstarv í lag við vinnulívið um, hvussu avlopið kann brúkast til íløgur í Føroyum, heldur enn at rinda tað í landskassan í skatti og avgjøldum av ymsum slagi.

 

- Vit hava tosað nógv um at virka fiskin meiri, men tað verður ikki til annað enn tos, og eg dugi ikki at síggja, at tað stóra er hent. Men her eru avgjørt møguleikar, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.

 

- Tað hevði skapt virksemi og arbeiðspláss, og tað hevði aftur givið landskassanum hægri inntøkur, sigur hann.