Hóast eitt stórt og umfatandi økið sum eldraøkið, nú verður lagt undir kommunurnar at verða umsitið, er ikki ætlanin at almannamálaráðið skal spara at kalla eina krónu. Tað staðfesta tingólk, nú Løgtingið viðgerð málið um, hvussu stórt endurgjald kommunurnar skulu fáa fyri at yvirtaka eldraøkið. Og Tað undrast tingfólk á.
Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, heldur, at nú kommunurnar yvirtaka eldraøkið, er so lítið eftir í almannamálaráðnum at umsita, at ráðið átti rætt og slætt at verðið niðurlagt. - Tað má verða ein nátúrlig avleiðing av, at kommunurnar nú yvirtaka eldraøkið. Henrik Old sigur, at hann hevur altíð hildið, at eitt endamál við at leggja eldraøkið undir kommunurnar, var at spara ”eina rúgvu av pengum” í almennu fyrisitingini hjá landinum Tí undrar tað hann, at umsitingin ikki minkar, tá ið eitt so stórt økið sum eldraøkið verður lagt undir kommunurnar. Hansara páhald er tvørtur ímóti, at størv verða flutt úrøkjunu kring landið inn aftur til høvuðsfyrisitingina. - Ein rokning í Suðuroy upp á 400 krónur skal váttast fimm ferðir ymsastaðni í fyrisitingini, áðrenn hon verðurutgoldin, ljóðar páhaldið hjá Henrik Old.
Eisini Eyðgun Samuelsen úr Javnaðarflokkin staðfestir eisini, at ongin sparing er at hóma, hóast eldraøkið er flutt undir kommunurnar. Hon sigur, at tvørtur ímóti er støðan tann, at nú kommunurnar yvirtaka eldraøkið, fer umsitingin at veksa, tí kommunurnar hava sínar umsitingar og landið skal hava sína. So umsiting verður nógv, leggur hon afturat. - Tað er ein spurningur, sum skal lýsast út í æsir, áðrenn fíggjarlógin fyri næsta ár verður samtyktm sigur hon.
Bárður Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og formaður í fíggjarnevndini, sigur, at tað skal ikki vera nakar ivi um, at almannamálaráðið fer at kanna tann spurningin og at fremja tær sparingar, ið hetta eigur at føra við sær. Tað skal vera samanhangur ímillum uppgávur og játtan og er nakað at spara, skal tað sparast, sigur formaðurin í fíggjarnevndini.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at ein stórur partu av umsitingini, hevur ligið úti í økjunum. Men í ár eru 17,3 fulltíðarstørv í almannamálaráðnum og næsta ár verða tað 16,3 fulltíðarstørv, so har er ein sparing. Men hann helt samstundis, at tað eigur at síggjast aftur í almenna rakstrinum, at landið ikki skal umsitast eldraøkið longur, og hann gongur út frá, at fíggjarnevndin fer at kanna tann spurningin.
Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at tað er Almannaverkið, sum í mestan mun hevur umsitið eldraøkið og har er ein útreiðsla á fíggjarlógini fyri 2015 til húsaleigu og KT upp á 3,2 milliónir krónur og hon dettur burtur í 2016.
|