Undirvísing er ein win-win-støða

Á PM-pluss fáa útlendsku starvsfólkini ókeypis undirvísing í føroyskum. Eitt tilboð, sum gagnar bæði starsvfólkum og arbeiðsplássi, heldur stjórin

Av teimum á leið 200 starvsfólkunum í samtakinum hjá Poul Michelsen eru 42 útlendingar.

 

Seinastu tíðina hevur fokus verið á, at vit í Føroyum í alt ov lítlan mun megna at taka ímóti útlendingum, og eitt nú hava fleiri ført fram, at tað er ein forðing, at útlendingar ikki fáa skipaða undirvísing í føroyskum.

 

Og tað er júst hetta, sum tey hava gjørt nakað við hjá Poul Michelsen. Seinastu tvey árini hevur fyritøkan havt skipaða undirvísing, og hetta er bæði starvsfólkum og fyritøkuni at gagni, staðfestir Poul Michelsen, stjóri.

 

- Vit hava skipað undirvísingina soleiðis, at tveir tímar um vikuna kunnu starvsfólkini vera á skúlabeinki hjá okkum, har Hjørleif Kúrberg er lærari hjá teimum. Áðrenn hetta høvdu vit Biritu Mohr.

 

- Tað er sjálvboðið hjá fólkunum, um tey vilja fáa undirvísing, og tey gjalda einki fyri hetta. Og seinast eg visti, vóru tey eini 15 til undirvísingina hvørja viku.

 

- Eitt er, at tey her læra grundleggjandi føroyskt mál, men eisini er talan um at læra seg mentan – ella tað at vera partur av einum samfelag. Eitt nú fáa tey at vita, hvussu tú ringir til lækna, fert á apotekið, fert við bussinum og so framvegis. Ja, snøgt sagt tað, sum krevst í einum vanligum gerandisdegi.

 

- Eg síggi hetta púrasta greitt sum eina win-win-støðu. Hjá útlendingum verður tað sjálvandi lættari at verða partur av føroyska samfelagnum, um tey duga málið, og um tey í størri mun skilja okkara mentan.

 

- Og fyri okkum sum arbeiðsgevara inniber hetta eisini fyrimunir. Tá vit í størri mun kunnu samskifta við starvsfólkini á føroyskum, gongur samskiftið lættari, og tað verða færri misskiljingar.

 

- Tú kanst eisini siga tað soleiðis, at vit við hesum gera eina íløgu, sum bæði vit og starvsfólkini fáa gagn av, sigur Poul Michelsen.