Undirvísa í mannarættindum

Føroysk børn skulu kenna síni rættindi, sigur Amnesty í Føroyum

Amnesty International Føroya Deild fer aftur at undirvísa næmingum í 9. flokki í mannarættingum. Undirvísingin er í viku 39 til 41, sum fevnir um tíðarskeiðið 23. september til 14. oktober.

 

Tað boðar heimasíðan hjá Lærarafelagnum frá.

 

Eitt av aðalmálunum hjá Føroya deild er at tryggja, at føroysk børn kenna síni rættindi. Tað er ein uppgáva, sum Katrin á Neystabø, samskipari og Jakoba Kruse, aðalskrivari hjá Amnesty Føroya deild taka í størsta álvara, og tí skipar Føroya deild aftur í ár fyri undirvísing fyri framhaldsskúlanæmingar í mannarættindum.

 

Amnesty Føroya deild hevur arbeitt við undirvísingini um mannarættindi síðan 2010. Framhaldsskúlanæmingar og miðnámsskúlanæmingar – um teir vilja tað – saman við lærarum hava í boði at fáa undirvísing í einar tveir tímar eina ferð í ásetta tíðarskeiði.

 

Katrin á Neystabø sigur, at tey royna at gera undirvísingina livandi.

 

- Vit spæla við at taka rættindi frá næmingunum, vit diskriminera, vit skipa hølini her í ymsar heimspartar, so vit provokera tey eitt sindur, og sjálvandi upplýsa vit um Barnarættindasáttmálan, sigur Katrin á Neystabø.

 

- Vit royna at geva teimum eitt sovorðið 'aha-upplivilsi' og seta nakrar tankar í gongd, sum vit práta um, og so hopa vit, at tey fara út og hava sett sær sjálvum nakrar spurningar og vilja kanna tað nærri, sigur Katrin á Neystabø.

 

Undirvísingin er ikki ein neyv gjøgnumgongd av øllum tí, sum stendur í Barnarættindasáttmálanum úr enda í annan, men tað er fyri at provekera tey til at geva tí ans.