Undirveitari til Glasir farin á húsagang

Fyritøkan, sum gjørdi stóra roknifeilin, sum darvaðir byggingini av Glasi, er farin á húsagang. Enn er óvist, um hetta ávirkar bygginginga

Fyritøkan, sum gjørdi stóra roknifeilin, sum darvaðir byggingini av Glasi, er farin á húsagang. Enn er óvist, um hetta ávirkar bygginginga.

 

Tað skrivar Landsverk.

 

Ein undirveitari hjá donsku arkitektafyritøkuni BIG, sum hevur teknað Skúladepilin við Marknagil, er farin av knóranum. Enn ber ikki til at siga, um hetta fær nakra ávirkan á byggingina av Glasi, sum eftir ætlan skal takast í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2017.

Danska ráðgevandi verkfrøðingafyritøkan, Lemming & Eriksson, ið er partur av stóru byggiverkætlanini við Marknagil, sum danska arkitektafyritøkan Bjarke Ingels Group, BIG, hevur teknað, er farin á húsagang.

Hvørt hetta fær avleiðingar fyri sjálva byggingina ella ikki, er enn ikki heilt greitt. Lemming & Eriksson, ið gjørdi nógv umrødda roknifeilin í berandi kontruktiónini av skúladeplinum, er undirveitari hjá høvuðsráðgevanum, BIG, og tí er tað uppgávan hjá BIG at loysa møguligar trupulleikar, sum kunnu standast av, at áðurnevndi undirveitari ikki longur kann vera partur verkætlanini.

Glasir er, sum kunnugt, nýggi miðnámsskúlin í Havn, sum fer at avloysa Studentaskúlan, Handilsskúlan og Tekniska Skúla í høvuðsstaðnum.

Skúlin er nú komin upp í fulla hædd, og í løtuni verður dekk lagt á 5. hædd, meðan seinasta hond verður løgd á betonarbeiðið á 6. hædd, sum er ovasta hæddin í bygninginum. Somuleiðis er gongd komin á arbeiðið við at gera fasadu.

Glasir skal eftir ætlan takast í nýtslu við skúlaársbyrjan næsta ár.