Undirvísingin betur tryggjað við granskaraútbúgving

Á einum so lítlum universiteti sum Fróðskaparsetrinum er umráðandi at hugsa um framhaldið í gransking og undirvísing. Nú er bøtt um hetta við at Fróðskaparsetrið frá 1998 er farið undir granskaraútbúgving, skrivar Malan Marnersdóttir, rektari á Fróðskaparsetri Føroya í ársfrágreiðingini fyri 1998

Árið í fjør var sermerkt á mangan átt, skrivar Malan Marnersdóttir, rektari á Fróðskaparsetri Føroya í ársfrágreiðingini fyri 1998. Tvey rektaraskifti vóru. Arne Nørrevang tók við rektarastarvinum eftir at Jóan Pauli Joensen tók við professarastarvi í Bergen. Regluliga rektaravalið var í heyst, og Malan Marnersdóttir varð vald við friðarvali.

Stórfingnasta avrikið á Fróðskaparsetri Føroya í 1998 er Móðurmálsorðabókin. Hon er úrslitið av eini verkætlan, sum setrið hevur staðið fyri árini 1990-98.

Á flestu fakøkjum á setrinum er bert eitt fast vísindafólk. Undirvísingin og granskingin eru á henda hátt viðbrekin. Framhaldið verður nú tryggjað av tí at tað ber til at fara undir granskaraútbúgving á setrinum. Eitt ph.d.-nám er ein slík granskaraútbúgving, sum fólk ið hava lokið kandidatprógv, kunnu fara undir. 1998 var árið, tá ið teir fyrstu ph.d.-studentarnir komu á Fróðskaparsetrið. Tríggir ph.d.-studentar eru farnir undir trý ára ph.d.-lestur.


Fyrireikingar og tøk

Til tess at fyrireika landið til oljuvinnu, eru tiltøk sett í verk á setrinum. Á Føroyamálsdeildini varð í 1998 sett á at gera eina tekniska orðabók.

Setrið gjørdi í árinum avtalu við Atlantic Margin Group um eina verkætlan, sum skal økja um oljuvinnuliga førleikan í Føroyum. Eftir hesi avtalu er ein ph.d.-studentur innskrivaður á Náttúruvísindadeildina og ein professari í petroleumstøkni settur eftir eini serligari skipan.

Úrslitið av eini aðrari samstarvsavtalu við eitt oljufelag er frágreiðingin um "Búskaparligar avleiðingar fyri fiskivinnuna av oljuleiting undir Føroyum", sum er skrivað á Søgu- og samfelagsdeildini. Endamálið við frágreiðingini, ið varð handað í des., er at forða fyri stríði millum høvuðsvinnuna, fiskivinnuna, og ta nýggju oljuvinnuna. Eitt av amboðunum í tí tykist vera samskifti og virðing.

Stór tøk standa fyri framman. Rák eru í tíðini sum benda á, at stríð kann fara at standa millum fiskiskapin sum tann tradisjónella vinnuvegin og oljuvirksemi sum tann nýggja og spennandi vinnan, sum alt orðaskiftið tykist snúgva seg um. Í hesum skarðinum millum øldirnar, túsundárini og vinnuvegirnar er neyðugt við sakligum orðaskifti grundað á vísindaligar rannsóknir, skrivar rektarin á Fróðskaparsetrinum.