Undirvísing og gransking í samgonguskjalinum

Tað, sum hevur verið eitt av eyðkenninum fyri politiska valstríðið upp til valið 19. januar 2008, er at tað tykist sum um, at okkara politikarar uttan mun til, um teir eru komnir í samgongu ella ikki, hava víst ein stóran áhuga fyri bæði gransking og hægri undirvísing

Sami positivi vilji kom eisini til sjóndar frá øllum flokkum, tá ið uppskotið um eitt nýtt Fróðskaparsetur var lagt fyri tingið. Tað var mestsum ikki eitt tingfólk, sum var ímóti uppskotinum. Eisini stjórin fyri Vinnuhúsinum hevur verið sera positiv, tá tað talan er um at menna føroyska gransking. Sum rektari á setrinum loyvi eg mær tí at hava betri vónir um gransking og hægri undirvísing enn eg nakrantíð havi havt fyrr.

Gransking og undirvísing er nú eisini vorðið ein partur av samgonguskjalinum. Tað er alt sera viðkomandi mál, sum samgongan setir sær. Fyri eitt samfelag, sum vil vera eitt modernað samfelag, er tað ein sjálvfylgja at menna alla undirvísing frá barnagarði til universitet, samstundis sum karmarnir rundan um alla undirvísing verða so góðir sum gjørligt. Hetta er neyðugt fyri at økja um virði av tí besta tilfeingi vit hava, nevniliga sjálvum fólkinum.

Sum rektari á Fróðskaparsetrinum kann eg taka undir við øllum tí, sum stendur í samgonguskjalinum um gransking og hægri undirvísing, og eg vil í hesum sambandi gera nakrar viðmerkingar til, hvussu eg kundi hugsað mær at komið longri fram á leiðina rættiliga skjótt. Her er einki at bíða eftir.

Gransking

 

Í samgonguskjalinum stendur millum annað at:

Tær eindir, sum í dag varða av granskingini, verða betur samskipaðar.

Málið er at nýta líka stóran part av BTÚ til gransking, sum OECD-mælir til.

Samgongan er sinnað at játta tann pening, ið krevst, til tess at Føroyar kunna verða virkin partur í granskingarhøpinum hjá ES.

Hetta eru mál, sum setrið kann taka fult undir við. Her eigur Granskingarráðið eisini at hava sín góða lut.

Taka vit fyrst hugvísindi, hava vit longu nú eindir sum Føroyamálsdeildina, Søgu- og samfelagsdeildina, Fornminnissavnið og Landsskjalasavnið, har tað kundi fingist nógv meira burturúr við at styrkja samskipanina av granskingini millum hesar stovnar.

Tað sama er galdandi fyri stovnar sum Fiskirannsóknarstovuna, Náttúrugripasavnið, Jarðfeingi, Heilsufrøðiligu starvstovu, Umhvørvisstovuna, Heilsuverkið og møguliga fleiri.

Tá tað kemur til samfelagsvísindaliga gransking, eru nógv færri stovnar og eindir at samstarva við. Teir stovnar, sum eru, hava allir sínar serligu uppgávur, men við kreativiteti hevði óivað borið til at fingið eitt samstarv í lag, har Søgu- og samfelagsdeildin kom at verða drívmegin. Hagstovan eigur at fáa tað játtan, sum skal til fyri at kunna gera sínar uppgávur, tí í mestsum allari gransking hava hagtøl týdning.

Fyri at skapa størri gróðrarbotn fyri gransking er ikki neyðugt við strukturellum broytingum sum taka fleiri ár. Tað er nógmikið at gera tað soleiðis, at tær eindir, sum eru umframt tær játtanir tær hava í dag, fáa eina felagspulju av granskingarpeningi at nýta til nýggjar granskingarverkætlanir, sum kunna styrkja og víðka granskingarvirksemi.

Granskingarpeningurin skal ikki býtast eftir stovni ella matrikkulnummari, men bert tær góðu verkætlanir skulu fáa peningin. Hetta duga allir granskarar at síggja er tað rætta, men sjálvandi, tað er viðhvørt neyðugt at hjálpa granskingareindum upp á eitt ávíst støði.

Tað, sum tað fyrst og fremst snýr seg um, er at skipa soleiðis fyri, at granskararnir lættliga arbeiða saman tvørtur um stovnsmark og at leiðslan gevur teimum møguleika fyri tí. Her ber til at gera samstarvsavtalur stovnanna millum. Eg eri vísur í, at allar hurðar longu standa víðopnar.

At vit skulu hava sum mál at nýta líka stóran part av BTÚ til gransking, sum OECD-mælir til og at samgongan eigur at játta tann pening, ið krevst, til tess at Føroyar kunna verða virkin partur í granskingarhøpinum hjá ES, man so gott sum alt tað føroyska granskingarumhvørvið taka undir við. Tað, at vit ikki higartil hava havt skjótan pening á hesum øki, hevur gjørt at sera væl kvalifiseraðir føroyskir granskarar, hava sæð seg noyddar til at tikið seg burturúr EU-verkætlanum, sum høvdu kunna givið okkum góðar royndir.

So her er bert at fara til verka og í verki gera tað, sum skal til, fyri at gransking og hægri undirvísing verður raðfest. Samgongan eigur at síggja til at koma ásamt við andstøðuna um hetta, og ikki bert gera ætlanir fyri eitt fíggjarár, men fleiri ár inn í framtíðina.

Eitt eigur eisini at fáast burtur úr og tað er, at peningur, sum ikki verður brúktur tað eina árið fellur aftur í landskassan. Lat hann heldur kunna brúkast tað næsta árið. Jú frælsari, fríari og smidligari tað føroyska granskingarumhvørvi er fíggjarliga, tess skjótari kann tað skifta kós og tillaga seg broyttum umstøðum og smekka til tá møguleikin er har. Sjálvandi skal eitt universitet sleppa at hava nógvan pening á bók.

Men enn eru vit ikki komin so langt sum í Bretlandi, USA og aðrastaðni, at ríkmenn lata setrinum stórar gávur, men tað kemur kanska eisini.

 

Undirvísing

Tað er ein sjálvfylgja, at øll undirvísing í Føroyum skal mennast frá barnagarði til universitet.

At Læraraskúlin, Vinnuháskúlan, Sjúkrarøktarfrøðiskúlin og Fróðskaparsetrið verður lagt saman til eitt nýtt Fróðskaparsetri Føroya er at breiðka, styrkja og menna alla hægri undirvísing í Føroyum og geva ungdóminum fleiri møguleikar til at útbúgva seg. Hesum eigur ikki at bíðast við, men hetta førir sjálvandi við sær, at nýggj og hægri krøv verða sett til lærararnar á tí nýggja Fróðspakarsetri Føroya og at lærararnir fáa granskingartíð og granskingarmøguleikar.

Tað verður ofta sagt at tað hoyrist ikki so nógv til Fróðskaparsetrið. Hetta er av góðum grundum, tí øll á Fróðskaparsetrinum hava úr at gera í tí starvi, sum tey hava. Kortini verður roynt at kunna um alt tað, sum hendir á setrinum.

Í mun til tær ressursir bæði peningaliga og menniskjaligar, so er nógv komið burturúr tey 40 árini setrið hevur verið til, men bera vit saman við universitet á sama aldri, so hevur vøksturin verið sera lítil og ábyrgdina av hesum hevur ikki Fróðskaparsetrið, men føroyskir politikarar, sum hava havt aðrar raðfestingar.

Skal Fróðskaparsetrið verða kappingarført, er avgerandi neyðugt at uppstiga ta undirvísing og ta gransking sum í løtuni fer fram á Fróðskaparsetri Føroya, samstundis sum vit hugsa um tað nýggja Fróðskaparsetur Føroya.

Eisini eigur setrið at gera samstarvsavtalur við hinar granskingarstovnarnar í landinum, ja, um neyðugt at lata granskarar á hesum stovnum hava ábyrgdina av parti av undirvísingini á Fróðskaparsetrinum.

Sæð úr einum størri norðurlendskum perspektivi, er vísindastarvsliðið á setrinum so lítið, sum tað kann verða, ofta bert eitt fólk til hvørja høvuðslærugrein. Yvirhøvur er tað so í norðurlondum, at kravið er at minst tvey fólk skulu vera í føstum starvi fyri at eitt fak ella ein lærugrein skal verða góðkend.

Fróðskaparsetrið hevur í fleiri ár havt uppskot til nýggj útbúgvingartilboð og tað er hugaligt at vita, at samgongan hevur avgjørt at játtan verður givin til at seta í verk útbúgvingartilboð, sum eru klár at seta í verk á Fróðskaparsetri Føroya.

Samanumtikið er tað tíverri so, at alt sum hevur havt við gransking og hægri útbúgving at gera, hevur verið undirprioriterað fyri ikki at siga beinleiðis forsømt. Hevði føroyska politiska skipanin havt somu prioriteringar og veitt Fróðskaparsetrinum somu sømdir, sum tey javngomlu universitetini í londunum rundan um okkum hava fingið, høvdu vit verið komin nógv longri á leiðina í dag og tað hevði eisini merkt Føroyar fíggjarliga, soleiðis at funnið hevði verið fram til aðrar vinnumøguleikar.

Kveikingarfundur

Tað er ikki mín uppgáva at havast at føroyskum politikarum, nú tað veruliga tykist, at vent er í holuni og øll tykjast at síggja skriftina á vegginum. Vit á setrinum vóna tað besta og gleða okkum til tað, sum skjótt verður sett í verk og fær hold. Persónliga gleði eg meg til kveikingarfundin týsmorgunin kl. 10 á Fróðskaparsetrinum, sum setrið hevur bjóðað politikarunum til.