Undirvísing í aling á Setrinum

- At aling er eitt sera tvørfakligt øki, sæst tíðiliga á talinum á undirvísarum, sum eru 13 í tali, siga tey á Fiskaaling.

Lívfrøðilesandi á Fróðskaparsetri Føroya, sum hava valt havlívfrøði sum linju á seinasta ári, hava havt høvi at seta seg inn í aling. At aling er eitt sera tvørfakligt øki, sæst tíðiliga á talinum á undirvísarum.

 

- Ikki færri enn 13 fólk undirvísa tær átta vikurnar, sum skeiðið varir. Av hesum eru fimm starvsfólk frá Fiskaaling, eins og próvhoyrari og próvdómari eisini verða frá Fiskaaling.

 

Á Fiskaaling vita tey at siga, at fólk frá stovninum við Áir hava undirvíst í rognaframleiðslu og kynbótararbeiði, dimensionering av nótum í mun til streymviðurskifti og oxygennýtsluna í aliringunum, laksafóður,  umhvørvisdálking, lús og avlúsingarhættir, har stórur dentur eisini varð lagdur á rognkelsi sum reinsifisk.

 

Eisini hevur verið undirvíst í aling av tara.

 

- Umframt at næmingarnir hava verið til fyrilestrar, hava teir havt høvi at vitja rognaframleiðsluna við Áir og Sjódepilin í Nesvík, har tey hava fingið innlit í aling av rognkelsi og tara.

 

Á Fiskaaling vita tey at siga, at afturmeldingarnar frá teimum lesandi hava verið positivar. Tey halda, at tað er sera áhugavert at síggja, hvussu lívfrøðin spælir inn allastaðni, og hvussu vitan verður nýtt í tí praktiska lívinum.