Formaðurin í FÍF hevði nógv um at verða í vikuskiftinum, umframt at taka lut í kappingini á 3000 metrum, so mátti Hallur eisini taka á seg leiklutin sum vallarvarpari við einum tráðleysum anleggi. Tá Miðlahúsið fekk orðið á Hall á Tórsbreyt leygardagin segði hann, at : - Vit eru nøgdir við dagin í dag, ikki minst við tí veðrinum sum fall okkum í lut. Veðrið spælir altíð ein stóran leiklut, tá vit hava kappingar. Um undirtøkuna segði Hallur: - Undirtøkan er á einari góðari leið, serliga um vit samanbera við árini frammanundan, men tað er framvegis rúm fyri nógvum íðkarum aftrat.
Ikki bert fyri limir
FM í frælsum ítrótti er tó ikki bert fyri tey, sum eru limir í frælsum ítróttarfelagi. – Tey seinnu árini hava vit annars havt tað, sum eitt krav, at ein er limur í einum frælsum ítróttarfelagi, fyri at kunna taka lut í FM í frælsum ítrótti. Í ár hava vit sum eina roynd gjørt eitt undantak, og vit um ikki kunnu lokka fleiri íðkarar úr runnunum. Onkran hava vit so fingið aftrat til FM-kappingina, men tað hevði verið stuttligari, um tað vóru enn fleiri. Vit hava valt at gera uppá henda mátin, tí tað framvegis ikki eru so mong vaksin, sum íðka frælsan ítrótt.
Ung eru á veg
Markið til tey sum taka lut í FM í frælsum ítrótti er føðiárið 1994. Tey sum eru fødd aftaná 1995 mugu so bíða til tey hava aldurin. Men tey eru nógv, so vit fara at síggja eina stóra øking í talinum tey næstu árini. Hallur vísir á, at tað ikki bara er talan um eina stóra rekrutering millum tey ungu, men tað er eisini talan um rættiliga nógv stór talent innan frælsan ítrótt. – Nógv av teimum, sum eru fødd í 1995 og í 1996 høvdu eisini staðið seg rættiliga væl í FM kappingini fyri vaksin. Hallur er ógvuliga vónríkur tá tað kemur til FM um tvey ár, og hann er ivaleysur í, at talan verður um nakrar væl størri FM-kappingar í komandi tíðum. Millum ungu íðkarnir eru sonur Hall, Steingrímur Hallson. Sonur Guttorm Sørensen, Jan Elmar hevur tikið lut í rennikappingum, so tað er ikki bara í huganum tað liggur hjá teimum ungu rennarunum. Tað liggur eisini í blóðinum. Sam Vang hevur eisini børnini hjá sær við til venjingar á Tòrsvølli einaferð um vikuna.