Undirskriva Lív-sáttmálarnar í dag

Nú nærkast dagurin, tá ið fakfeløgini formliga yvirtaka helvtina av Lív. Tryggingartakararnir sjálvir eiga hina helvtina.

Fyrrapartin fara Fakfelagssamstarvið og Lív at skriva undir sínamillum avtalu, og Fakfelagssamstarviðå skal eisini skriva undir sáttmála við Vinnumálaráðið.

Sáttmálarnir verða síðan sendir Tryggingareftirlitinum og Kappingareftirlitinum til góðkenningar.

Formliga yvirtøkan kann ikki fara fram, fyrr enn hesar góðkenningar eru komnar. Í sáttmálanum stendur, at yvirtøkan fer fram í seinasta lagi í mars næsta ár.