Undirskriftin komin upp á pláss

Lagið er gott í Fuglafirði, nú ársveitsla er hjá ÍF.

Fyri løtu síðani fingu veitslugestirnir at vita, at øll viðurskifti viðvíkjandi ætlaða skiftinum hjá Rógva Jacobsen eru komin í rættlag.

KÍ og ÍF eru samd um søluprísin, sum tó ikki verður upplýstur. Og ÍF og Rógvi eru eisini eisini samd um treytirnar í einum 2-ára sáttmála.

Og so kann at enda upplýsast, at troyggjan, sum Rógvi spælir við, hevur 9-tal á rygginum.