Tað var nógv verri enn nakar ræðufilmur, eg havi sæð, at síggja tíðindi og viðmerkingar í útlendskum sjónvarpi mikukvøldið í farnu viku um hóttandi búskaparkreppuna í ES og Evropa.
Óhugnaligt at fáa at vita, at dirvið og váðafýsnið hjá nøkrum fáum hóttir okkum øll.
Slíkt kallast demokrati, fólkaræði.
Og fjøldin er, hevur altíð verið og verður býtt.
Tað er eisini løgið, at búskaparfrøðingar einki sum helst vita um pengar, seðlar og myntir. Húsmøður í fjallabygdunum í Miðevropa vita nógv meira um pengar enn búskaparfrøðingarnir, sum seta kósina fyri tær.
Í sjónvarpinum hetta óhugnaliga mikukvøld vóru nógvar greiningar. Í ringasta føri enda vit afturi í tríatiárunum og var Hitler ikki deyður, sleppur, eg sigi sleppur, hann framat aftur valdinum í dag sum ein annan dag. Men fleiri eru av hansara slagi, sum eru til reiðar at lofta misnøgdini.
Var í Italia í summar. Har gramdu fólk seg øgiligt um Berlusconi, Alt var, eins og her hjá okkum sambært valevnunum, av fananum til.
Men harra Gud, harra formaður, sum ein segði í løgtinginum, Italia er eitt demokrati, fólkið ræður og fólkið knarrar.
Berlusconi er valdur.
Skaðiligasta og vandamiklasta isman av øllum ismum er optimisma.
Hon ger til dømis, at fólkavaldir statsleiðarar læna 1000 milliardir og bara megna at gjalda nakrar fáar aftur.
Onnur noyðast so at gjalda allar hinar. Teirra millum tey, sum valdu teir optimistisku leiðararnar.
Optimisman er serliga skaðilig, tí optimisturin er optimistur og sigur sum so, at næstu ferð eg læni pengar, so klári eg at gjalda alt aftur, eisini renturnar.
Næstu ferð eg læni pengar, so klári eg at gjalda alt aftur, eisini renturnar.
Næstu ferð eg læni pengar, so klári eg at gjalda alt aftur, eisini renturnar.
Næstu ferð...
Ókey, shit happens.
Ræðunáttin endaði tó væl, og fólk fingu stundir til at brúka alla sína uppsparing, áðrenn næsta kreppa er í durunum og ikki slepst út at brúka pengar.
Í Grikkalandi er skuldin markleys, eisini eftir at helvtin er strikað.
Politisku stórmennini í Grikkalandi takkaðu fyri við at siga nei takk. Fólkið skal spyrjast. Grikkaland er ikki heimsins elsta fólkaræði fyri einki.
Men latið okkum nú steðga á í einum rentuskáa. Allir læntu pengarnir eru jú brúktir til okkurt skilagott fyri fólkið, tey, sum hava valrætt og brúka hann.
Berlusconi í Italia brúkar til dømis nógvar pengar fyri at vera egnaður og fullførur fyri at stýra landinum og verða afturvaldur.
Uttan váðafýsni var eingin framburður. Loysnin er sera einføld. Hon er at brúka eitt annað orð enn lán, studningur er eitt ljótt orð, men tað er ikki strikað í orðabókunum enn, so tað er ikki forboðið.
Hetta eru Robin Hood og sosialisma. Nú taka vit frá teimum ríku og geva teimum fátæku, sum eina ferð vóru rík.
Bankarnir strika skuld og kalla hana studning. Og fyri at fáa nakað innaftur, kunnu teir gera sum í Føroyum. Krevja tríggjar evrur frá øllum, sum koma inn á gólvið, og tríggjar, tá tey fara útaftur.
Tríggjar evrur fyri hvønn byrjaðan minutt í bíðirøðini við kassa eitt. Eina evru fyri hvørt orð í hvørjum spurningi til kassafólkið og tvær fyri hvørt orðið í svarinum.
Tríggjar evrur fyri at sleppa á heimasíðu bankans og tríggjar fyri at sleppa av henni aftur.
Hvat feilar? Inntøkumøguleikarnir eru óteljandi. Bara optimisman setur markið.
Tíggju evrur fyri tína undirskrift. Við at skriva undir gert tú eitt stórt arbeiði fyri bankan. Tað er ikki ókeypis.