Undirsjóvartunlar fyri tríggjar milliardir

Landsstýrismaðurin í innlendismálum sær fyri sær, at Eysturoyartunnilin verður gjørdur fyrst og so verður farið undir Sandoyartunnilin .

 

Hesi næstu árini skulu føroyingar gera undirsjóvartunlar fyri næstan tríggjar milliardir.


Tað sær Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, fyri sær.

 

Hóast fleiri tinglimir í samgonguni, og ikki minst andstøðuni, eru farnir at ivast í ætlanini at gera ein privatan Eysturoyartunnil, hevur landsstýrismaðurin langt frá mist vónina.

 

- Eg ivist ikki í, at hetta fer at laga seg, sigur hann.

 

- Eg havi sent eitt uppskot til hoyringar og eg fari at taka støðu til svarini, eg fái frá flokkunum og ikki tað, einstakir politikarar siga.

 

- Tað, einstakir politikarar siga, síggi eg meiri sum eina trongd at gera vart við seg, sigur Kári P. Højgaard.

 

Hann er somuleiðis sannførdur um, at hetta er ikki ein spurningur, um Eysturoyartunnilin skal vera almennur ella privatur.

 

- Hetta er ein spurningur um ein privatan Eysturoyartunnil, ella ongan Eysturoyartunnil, staðfestir hann.

 

Hann minnir á, at Løgtingið hevur viðgjørt málið fleiri ferðir og hvørja ferð er niðurstøðan, at Eysturoyartunnilin skal vera privatur.

 

Kári P. Højgaard sigur, at landið hevur ikki meiri enn einar 100 milliónir um árið til at byggja undirstøðukervið út við.

 

- Tí er tað fullkomiliga burtur úr vón og viti at hugsa sær, at tað almenna fer at gera tveir almenna undirsjóvartunlar fyri útvið tríggjar milliardir.

 

Landsstýrismaðurin sær tískil fyri sær, at Eysturoyartunnilin má verða privatur, tí hann kann geva avkast, og at Sandoyartunnilin so kann vera almennur.

 

Hann sær kortini ikki fyri sær, at báðir tunlarnir verða gjørdir ísenn.

 

- Eg hugsi mær, at Eysturoyartunnilin verður boraður ígjøgnum fyrst og at vit síðani fáa eitt gott tilboð upp á at bora Sandoyartunnilin ímeðan amboðini enn eru í landinum.

 

Eftir teirri privatu ætlanini skal privata tunnilsfelagið lata inn forprojekt í seinasta lagi í á nýggjárinum 2018.

 

Eftir hesi ætlan, verður Eysturoyartunnil boraður ígjøgnum um 9 ella 10 ár og sostatt verður tað heldur ikki farið undir Sandoyartunnilin fyrrenn tá.

 

Men hesum er Kári P. Højgaard ikki samdur í.

 

- At ein ventilur er settur á, so at privata tunnilsfelagið hevur freist til 2018 at gera forprojekt er fyri at geva tí eitt skotbrá, skuldi tað ikki gingið eftir vild.

 

- Allir partar hava áhugað í at fáa tunnilin lidnan sum skjótast, tí jú fyrr, hann verður liðugur, tess fyrr kastar hann pening av sær.

 

- Og eg síggi framvegis fyri mær, at tað verður koyrandi ígjøgnum Eysturoyartunnilin í 2018, sigur Kári P. Højgaard.