Fólkaflokstingmaðurin í Vágum, Jørgin Niclasen, harmast um, at persónligt misljóð millum Edmund Joensen, løgmann, og Sámal Petur í Grund, fyrrverandi landsstýrismann, gjørdi, at undirsjóartunnilin vestur í Vágar endaði sum politiskur gíðsli.
»Tað er átroðkandi at fáa hetta málið loyst,« sigur Jørgin Niclasen. »Og viðgerðin skal halda fram.«
Jørgin Niclasen sigur, at hann hevur skilt á lagnum, at politiskur vilji er fyri at halda fram uttan val.
Og eingin ivi er um, at Fólkaflokkurin vil halda fram, tí flokkurin hevur fleiri stórmál liggjandi, sum skulu avgreiðast undan einum vali, sigur hann.