Óli Mikkelsen, lækni
Undirsjóvartunnil millum Hvítanes og Eysturoy eigur at verða gjørdur skjótast tilber. Metingar vísa at hetta vegastrekki fer at hava nógv mestu ferðslu í Føroyum. Talið av bilum verður so stórt, at verkætlanin kann fíggjast við rímiliga lágum tunnilsgjaldi.
Hesin tunnil opnar fyri ótali av nýggjum møguleikum, ikki bara í Runavík men víða um.
Dundrandi skeiv vegaføring
Eg taki mítt uppskot fram aftur, har tunnilin gongur millum Hvítanes og Rituvíksháls og verður stívar 7 km langur.
Út fyri Hvítanesi er dýpið minst og verður farið tann vegin, verður hallið í tunlinum so lítið, sum til ber, við teimum fyrimunum, tað gevur.
Tunnilsmunnarnir vera í óbygdum øki við møguleikum fyri íbindingum í fleiri ættir. Eystari tunnilsmunnin liggur væl fyri til íbinding í nýggjan veg omanfyri húsini í Runavík. – Hesin vegur má fáa høgan prioritet fyri at lætta um vaksandi ferðslutrupulleikar í Runavík.
Tunnilin kann gerast stytri, um farið verður móti Æðuvík, men spurningur er, um tað loysir seg.
Flogvøllur
Í 1963 varð kanning gjørd at finna best egnaða plássið til alternativan flogvøll. Skorhæddin var mett at vera besta plássið og grundgevingar vóru
1. Møguleikar fyri instrumentflúgving
2. Økið er mitt í Føroyum
3. Møguleikar eru fyri tvørbreytum
Á Skorhæddini er rættuliga javnur vindur – tí hevur SEV sett vindmyllur upp har.
Alternativur flogvøllur á Skorhæddini liggur væl fyri viðvíkjandi mjørka. Tá tjúkt er vestanfyri, er næstan altíð klárt á Skorhæddini. Í góðum summarveðri kann mjørki leggjast á Skorhæddina á eysturætt; men tá er klárt vesturi í Vágum. Var flogbreyt á Skorhæddum, høvdu trupulleikarnir, vit hava havt av mjørka um ólavsøkutíð í ár, verið at kalla burtur.
Flogbreyt í landnyrðing/útsynning kann vera ca 2000 m. Lendið har er at kalla slætt, so henda breyt kann ikki vera so kostnaðarmikil at gera – og verður arbeiðið samskipað við tunnilsgerð, verður tað uppaftur bíligari.
Henda breyt hóskar best til høvuðsættina í Føroyum, sum er útsynningur.
Við teimum arbeiðstólum, tøk eru í dag, átti ikki at verið so ovurhond dýrt at fingið 4000 m. flogbreyt eftir røðini á Eystnesi.
Ófatuligt
At gera framkomnar vindmátingar í Søltuvík og á Glyvursnesi, uttan at taka Skorhæddina við, kennist ófatuligt. Á vesturætt kann mjørki vera í Vágum, men samstundis eisini í Søltuvík og á Glyvursnesi, og hvussu er við tvørbreyt í Søltuvík og á Glyvursnesi?
Krav má vera, at arbeitt verður fyri at finna bestu alternativu flogbreyt, og at vegakervið verður so trygt og gott, sum tilber.










