Myndafrásøgn og fyrilestur verður við Inga Sørensen um lív og landsløg í sjónum og á havbotninum kring oyggjarnar. Forkunnuga tiltakið byrjar í Norðurlandahúsinum klokkan 16 sunnudagin.
Talan er um ókeypis atgongd
Myndinar hjá Inga Sørensen verða vístar á stórum lørifti í sera góðari góðsku. Yvir 500 myndir fara at vísa lívið í sjónum og á havbotninum kring oyggjarnar. Hetta eru somuleiðis myndir, ið verða við í eini bók, ið eftir ætlan kemur út í 2013 og skal markanðarførast úti í heimi. Ingi Sørensen hevur fingið nógv sambond við fólk uttanlands, sum hava stóran áhuga fyri undirsjóvarumhvørvinum í Føroyum. Ingi hevur fingið respons víða kring heimin fyri sínar undirsjóvarmyndir, og hann væntar eina góða undirtøku fyri tí komandi bókaútgávuni, sum kann verða við til at gera Føroyar kendar úti í heimi.
Fyrilesturin verður í høllini í Norðurlandahúsinum og varðar áleið 80 minuttir.
Mánamorgun var Ingi Sørensen gestur í Rásarúminum hjá Rás2. Tað ber til at hoyra prátið við Inga Sørensen undir greinini