Undirmannaðir víkingar vunnu við Stórá

Hóast málverjin hjá Víkingi sá reytt, tá ið tað restaði ein hálvur tími, so megnaðu gestirnir stutt undan leikloki at skora sigursmálið

Eftir niðurflytingina síðsta heyst legði TB í dag fyri í næstbestu deildini. Málið er við Gilla Rólantsson Sørensen á liðnum aftur at finna pláss í bestu deildini.

 

Í dag vóru teir næstbestu hjá Víkingi gestir við Stórá, og gestirnir eru á veg til hús við øllum trimum stigunum. Víkingur vann 3-2 eftir hálvleiksstøðuna 1-0 til Víking.

 

Tá ið 2. hálvleikur var eitt korter gamal, og støðan framvegis var 1-0, sá málverjin hjá Víkingi Hans Jákup Arngrímsson beinleiðis reytt kort, og fimm minuttir seinni javnaði miðvallarin Markus Thorberg til 1-1.

 

Men hóast teir vóru undirmannaðir, so megnaðu víkingarnir at vinna.

 

Sjey minuttir undan steðginum átti Signar á Brúnni uppleggið, tá ið Jákup Martin Jarnskor legði Víking á odda 1-0. Í gjár var Signar á Brúnni á beinkinum í Sørvági, tí Ari Olsen sær út til at hava vunnið kappingina um plássið á høgra vongverja. Í dag átti Signar bæði uppleggið til fyrsta og næsta málið hjá Víkingi. Tað var 20 minuttir undan leikloki, at Rani Hansen skoraði til 2-1. Hann er aftur í Víkingi, eftir at hann í fjør spældi við EB/Streymi.

 

Tveir minuttir seinni svaraði TB aftur, tá ið 17 ára gamli Torkil Úlvur Jespersen Holm javnaði til 2-2. Hetta var fyrsta málið hjá honum fyri besta TB liðið.

 

Og so var tað, at 18 ára gamli Sigmund Hansen á Líðarenda seks minuttir undan leikloki skoraði 3-2 sigursmálið fyri Víking. Uppleggið átti Fann hard Skoradal.

 

Longu mikudagin fer Víkingur at spæla grannauppgerð, tá ið NSÍ kemur á vitjan.

 

TB fer leygardagin at spæla í Klaksvík.