Undirklæði til sølu í Havnini

Týsdagin og mikudagin í komandi viku verður høvi at keypa undirklæðir í Havnini, tá ið “Lekkur Undirklæði Linda” vitja høvuðsstaðin.

 

Hendan føroyska fyritøkan er einamest kend á Facebook, har borðreitt verður við myndum og upplýsingum um undirklæðini.

 

Síðani verður ferðast runt kring landið, har kvinnur fáa møguleika fyri at ogna sær hesi vøkru undirklæði, sum liggja millum 300 og 700 krónur, og eru í at finna í skál A til J.

 

Á Facebook verður vístur stórur áhugi fyri hesum undirklæðum, og umvegis Facebook síggja vit eisini, at áleið 50 kvinnur nýta høvið at royna undirklæðini, tá ið fyritøkan vitjar í

Havnini.

 

Tað er einans týsdagin og mikudagin millum 14 og 20, at undirklæðini verða víst fram.

 

Les meira um tiltakið her: www.facebook.com/sparnordhorsens