Undirhúsið vitjar Betesda

Hvønn hósmorgun frá kl 10 – 12 hevur Betesda opið hús og eru øll væl komin at støkka inn á gólvið og hesum gera nóg brúk av. Tað eru oftani nógv fólk á vitjan – tey fáa ein drekkamunn og okkurt gott afturvið og so er ein lítil sangløta.

Í dag spældu Eyðun Jacobsen guitar, Gerhard Trøndheim harmoniku og oftast eru tað Janus Jacobsen og Jákup Absalonsen, sum syngja fyri.
 
Undirhúsið við Asbjørn Skaale og Mads Guttesen høvdu boðað frá, at teir fegnir vildu sleppa at síggja Betedsa og hóskaði tað væl til hesa løtuna. Teir høvdu sett sær fyri at gera eina útferð, har teir m.a. skuldu síggja nýggja Betesda og Heimið við Vágna.
 
Jú, allar dyr vóru opnar, kaffi og kakurnar góðar, góður sangur og tónleikur og prátið gekk so lystiliga.