Undirhaldið verður einskilt

Kringvarpið samstarvar aftur í ár við privatan veitara um nýggjárssendingina. Men tað verður KvF, sum stendur fyri tíðindapartinum

Tað skrivar Dia Midjord, stjóri í Kringvarpinum, í tíðindaskrivi, sum í dag er sent miðlunum.

 

- Leiðslan í Kringvarpinum er nøgd við dygdina í sendingini í fjør og heldur, at tað var eitt gott hugskot at seta saman eina skrá, sum fevndi um alt kvøldið. Á tann hátt fær hyggjarin høvi til at samanseta sítt egna nýggjárskvøld, samstundis sum tað er møguleiki fyri at fylgja við nýggjárssendingini.

 

- Harafturat fegnast Kringvarpið um, at privatir sponsorar vilja vera við til at tryggja, at tað ber til at seta eina slíka risasending á skránna. Tó hevur Kringvarpið hesaferð sett sum treyt, at Kringvarpið skal stíla fyri partinum av sendingini, sum hevur við tíðindaflutning, løgmansrøðuna og politiska kjakið aftaná at gera, sigur Dia Midjord.