Undirhaldið var á hásætinum

Taktisku bindingarnar vóru ikki tær, sum tær plaga at vera, royndirnar ímóti málunum vóru nógvar, og tí var tað rættuliga undirhaldandi, tá NSÍ vann fyrstu silvurkrónurnar nakrantíð

Fótbóltur

Tað sást longu undir upphitingini, at spælararnir ætlaðu at standa fyri undirhaldi. KÍ kom á odda beinanvegin, og teir vunnu silvurmerkini, um tað endaði javnt. Men hóast tað tískil mesta partin av tíðini var so at siga talan um mótbrekku hjá NSÍ, so vóru tað kortini teir, sum at enda stóðu við silvurkrónunum, meðan KÍ fekk bronsumerkini.
NSÍ fekk sigursmálið, tá fýra av teimum fimm minuttunum, sum vóru lagdir afturat, vóru farnir. Støðan, sum hevði málið við sær, boðaði frá, at KÍ spældi fyri at vinna dystin og harvið ikki bara vildi halda tørn um javnleikin, sum hevði havt við sær, at teir høvdu fingið silvurmerkini.
Í skjótum NSÍ álopi í vinstru, har Eddie Mikkelsen og Sjúrður Jacobsen eisini vóru uppií, smekkaði Helgi L. Petersen flatt í brotsteigin. Innskifti Óli Hansen var um reppið at fáa fótin á, men bólturin streyk til handara stólpan, har Gert Langgaard var púra leysur og tískil hevði tíð at temja, áðrenn hann smekkaði í kassan. So var 3?2 til NSÍ, og tey flestu mundu unna teimum silvurmerkini.
Sigursmálið kom eftir at NSÍ í góða løtu hevði spent álopsbogan. Um tað endaði 2?2, ella um teir taptu 3?2 var líka mikið hjá teimum. Tí var Gert Langgaard meiri vongur enn miðspælari í høgru. Hann hevði slept verjuskyldunum, men tað tóktist vinstra verjuborð hjá KÍ ikki at taka sær av. Tá sigursmálið varð skorað, var vinstri vongverjin uttanfyri brotsteigin!

Borðini væl við
Heðin á Lakjuni, sum var støðug hóttan við góðum langskotum, setti hol á beinanvegin. Sjúrður Jacobsen og Jens Martin Knudsen áttu sín stóra lut í málinum. Sjúrður sendi í besta Jesper Olsen stíli fríspark tvørturum til Heðin, sum setti ferð á og smekkaði til. Jens Martin hevði verið uttarlaga í brotsteiginum, hann var ikki heilt í verjujavnvág, og tá hann í staðin fyri bara at seta fótin fyri royndi at verja við hondini, fór bólturin inn um strikuna.
Málið lyfti KÍ upp, og næsta korterið spældu teir sera væl og hugflogsríkt, men fremsti broddurin restaði, tí KÍ enn eina ferð hevði norska mannin, sum ongantíð síðani hann kom til Klaksvíkar hevur víst 1. deildarstøði, á toppinum.
Eftir fyrsta korterið fótaði NSÍ sær, og fram ímóti steðginum spældu teir so hugflogsríkt og væl, sum teir ikki hava gjørt síðani summarsteðgin. Ian Højgaard var sera væl upplagdur á framrættaða miðvallarplássinum, Djóni N. Joensen var skilagóður á meiri verjukenda miðvallarplássinum, Brynjolvur Nielsen og Sjúrður Jacosben komu væl við í spælið, og bæði Gert Langgaard og Jónstein Pertersen fingu størri dýpd, enn teir hava havt eitt nú ímóti HB og B68.
Sammett við ímóti toftamonnum so megnaði NSÍ hesa ferð nógv betri at koma ígjøgnum í borðunum og harvið at skapa vandamiklar støður eftir innlegg. NSÍ miðvøllurin var betri upplagdur enn næstsíðsa sunnudag. Men mótstøðan var ikki av sama kalibri. Síðuspælararnir hjá KÍ vóru ikki so nærlagdir, sum teir hjá B68 vóru ímóti NSÍ, sjálvt um teirra lið var undirmannað.

Fleiri persónlig mistøk
Miðskeiðis í 1. hálvleiki tók NSÍ fyrsta stigið ímóti silvurmerkjunum. Eftir álop í høgru sendi Brynjolvur Nielsen innfyri, Helgi L. Petersen tamdi dygst uttanfyri brotsteigin, og í knappari vend smekkaði hann til, áðrenn mótstøðumaðurin fekk tikið seg saman at takla, og so var 1?1.
NSÍ hevði møguleikar at leggja seg framum í 1. hálvleiki, men teir komu ikki nærri, enn tá Ian Højgaard sendi í tvørtræið og uppum.
Beinanvegin í 2. hálvleiki legði Sonni L. Petersen NSÍ framum. Bólturin ferðaðist aftur og fram í brotsteiginum, verjan drálaði, og so fekk Helgi L. Petersen lyft til lítlabeiggjan, sum takkaði fyri.
Tíggju minuttir seinni javnaði Hjalgrím Elttør. Støðan líktist nógv tí, tá Sonni L. Petersen skoraði, og hon líktist eisini nógv støðuni, tá HB skoraði fyrra málið í Runavík. Langt og høgt fríspark var lyft fram eftir miðásinum og í brotsteigin og eftir tvær kontra var Hjalgrím fyrstur á.
Seinna umfarið var ikki so væl spælt, sum fyrri umgangurin var tað. Ferðin var ivaleyst í so høg, tí fleiri mistøk vórðu gjørd. Eftir útskiftingina í steðginum fekk KÍ betri tak á bæði á miðvøllinum og í álopinum. Harley Bertholdsen og Erling Fles komu á vøllin, tá KÍ spenti álopsbogan, men hesa ferð kendist tað ikki sannførandi, at Allan Mørkøre varð tikin út. Hann tóktist væl upplagdur og sterkur. At Allan Joensen varð skiftur út, var ein smeitur, men tað var væl skiljandi, tí við gulum korti helti hann ímóti uppaftur sterkari liti.

Dysturin í tølum
KÍ-NSÍ 2-3 (1-1)
1-0: Heðin á Lakjuni 3
1-1: Helgi L. Petersen 26
1-2: Sonni L. Petersen 47
2-2: Hjalgrím Elttør 58
2-3: Gert Langgaard 90
Dómari: Niklas á Líðarenda

KÍ: Meinhardt Joensen ? Atli Danielsen, Ove Nysted, Alexander Djordjevic, Rúni Elttør ? Allan Mørkøre, Allan Joensen, Hjalgrím Elttør, Jan Joensen ? Bjarte Vettelstad, Heðin á Lakjuni
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Brynjolvur Nielsen, Pól Thorsteinsson, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Djóni N. Joensen, Ian Højgaard, Jónstein Petersen ? Sonni L. Petersen, Helgi L. Petersen