Ovast á Portalinum finnur tú valsíðuna hjá Sosialinum. Har ber til at finna títt valevnið og at luttaka í kappingini um, hvørji 33 valevni verða vald Í hesum heitu valtíðum, hevur Sosialurin framleitt eina
stuttliga skipan, sum liggur
á Portalinum.
Finn títt valevni
Nú landið er vorðið eitt valdømi, kann vera upp aftur torførari at kenna meiningarnar hjá øllum
valevnunum. Við valkanningini á Portalinum ber til at finna útav, um tað kanska er eitt heilt annað
valevni enn títt lokala, sum er samt við tær. Ella um tú kanska átti at atkvøtt fyri einum øðrum flokki, enn tú hevur vant teg við. Í kanningini fært tú 15 spurningar um øll møgulig politisk viðurskifti. Tú skalt krossa av, hvussu samd ella ósamd tú ert við spurningarnar. Hetta hava valevnini eisini gjørt, og tí ber til at samanbera svarini hjá tær við svarini hjá valevnunum. Tá ið tú hevur svarað spurningunum,
koma tey valevnini fram, sum matcha best við tíni svar.
Valkapping
Á Valsíðuni hjá Sosialinum ber eisini til at luttaka í kappingini um, hvørji 33 umboð verða vald 19. januar. Tú skalt krossa av, hvørji 33 valevni tú roknar við koma inn fyri ymsu flokkarnar.
Øll, sum gita rætt, luttaka í kappingini um eina flogferð fyri tvey á rutunetinum hjá Atlantic Airways.
Tú skalt upplýsa navn, aldur, kyn, sýslu og telefonnummar.
Hvørt telefonnummar kann bert luttaka í kappingini einaferð. Telefonfelagin, sum stendur fyri telefonini, fær vinningin sendandi. Tí er umráðandi, at onkur stendur fyri telefonini.
Jens Pauli Rasmussen er maðurin handan Valsíðuna hjá Sosialinum. Hann er eisini maðurin handan InternetSosialin.