Undirhaldandi karaktermorð í 7 min. og 41 sek

Er tað so livandi galið, at ein politiskur sveinur hjá Javnaðarflokkinum – fyri at seta kílar í Sambandsflokkin – borðreiðir við einari ”saftigari konflikt” millum Edmund Joensen og Kaj Leo Johannesen í bestu senditíð í Sjónvarpinum???Gev fólkinum breyð og undirhald.

So binda tey frið.?Hetta var uppskriftin, ið rómverskir keisarar brúktu, tá teir einsamallir vildu varðveita valdið í gamla Róm.?Endamálið var at flyta fokus. Fólk skuldu ikki fáa eyga á tað, sum gekk fyri seg handan leiktjøldini.
Hugsanin aftanfyri var, at tey, sum eru mett og fáa gott undirhald, gera ikki vrøvl.
Í dag kunnu vit samanbera við uppskriftina hjá ávísum fjølmiðlum:
Gev hyggjarum konfliktir og undirhald. So skapar tú forvitni og umtalu. Og tú fært fólk at trúgva tí, sum tú borðreiðir við, tí tey fáa ikki annað at síggja.?
Tann óskikkiligi ímóti tí jaliga
”Tíðindaflutningurin” í Degi og viku gjárskvøldið kann síggjast í hesum ljósi.
Tað ræður um at finna, skapa ella forstørra eina konflikt. Og servera hana undirhaldandi. Tað gevur bonus.
Í ”tíðindunum” í Degi og Viku gjárskvøldið var tað Edmund Joensen, sum skuldi vera undirhald hjá fjøldini.
Undir yvirskriftini ”Edmund eftir Kaj Leo” og við klassiskum dramakendum snildum varð pallurin settur. Tann óskikkiligi fólkatingsmaðurin ”er úti eftir” tí jaliga løgmanninum.
Søgan gongur út uppá at vísa, at óskikkiligi fólkatingsmaðurin hevur eittans í kvittanum: at gera lívið hjá jaliga løgmanninum súrt.
Hetta er sokallaða ”objektiva grundarlagið” undir ”tíðindaflutninginum”.
Myndirnar verða valdar við umhugsni. Tær skulu jú fáast at passa inn í hetta spennandi drama.
Sitat, klipp og samrøðubitar – summi eini 17 ára gomul – verða telgd og snikkað saman, so søgan verður ”dokumenterað”.
Og so verður lagt upp til, at tann stóri samanbresturin verður á fólkatingsvalinum komandi.
Tá fáa vit úrslitið av konfliktini – tá fáa vit endan á teirri dramatisku søguni.?
Ongin substansur?Tíverri er hesin mátin at framstilla politikk uppá vorðin alt meira vanligur millum tíðindafólk og fjølmiðlar.
Tey, sum fylgja við í útlendskum fjølmiðlum, síggja, hvussu politikkur í støðugt størri mun verður gjørdur til konfliktir millum persónarnar í politikkinum.
Prísurin er, at tey politisku málini – innihaldið – verða foreinklað og kámað burtur. Samstundis verður konfliktin forstørrað, spískað og gjørd persónlig. ”Tíðindaflutningurin” gerst persónsorienteraður og yvirfladiskur.
Tá fjølmiðlamyllan koyrir uppá sítt harðasta, er onki fokus á innihaldið – bara á formin og konfliktina.
Mær tykir, at hetta var tað, sum merkti innslagið og eftirfylgjandi interviewið um mín persón í tíðindasendingini hjá Sjónvarpinum gjárskvøldið.
Innihaldið er vekk – konfliktin stendur eftir.? ?Haldi meg til sambandspolitikk?Hvat er so innihaldið, sum – tilvitað – ikki sleppur við í dramatisku konfliktina, sum Sjónvarpið dyrkar gjárskvøldið??Jú, tað eru tey politisku málini, ið eg havi loyvt mær at hava eina meining um.?Lat okkum taka eitt dømi.?Stórt trýst er á vælferðartænasturnar í Føroyum, tí pengar mangla í landskassanum. Tí loyvdi eg mær longu í 2009 at vísa á, at tað er skilagott at ”tiðna blokkin”, tvs. at seta prístalsviðgerðina av Ríkisveitingini í verk aftur. Á tann hátt kemur meira í tann slunkna landskassan.?Hetta er sambandspolitikkur, sum eg síggi hann.?Landsstýrismenn og løgmaður høvdu eina aðra hugsan um hetta mál, og tað eru teir eisini vælkomnir at hava. Tað ber tó ikki í sær, at eg broyti politiska áskoðan um hetta mál. Eg haldi meg til mína sannføring og góðan sambandspolitikk.? ?Eru vit atkvøðuneyt ella politikarar??Lat okkum taka eitt dømi frá seinastu viku.?Tá kom eitt útspæl til Europapolitikk frá landsstýrinum í Tingið.?Eg eri ósamdur við landsstýrismannin í uttanlandsmálum um tann politikk, hann ætlar, at Løgtingið skal siga gott fyri. Hann ætlar, at Tingið skal geva sær eitt rættiliga blankt mandat til at gera hvat sum helst við støðu Føroya til ES.?Uppskotið til Europapolitikk brýtur við tað, sum Sambandsflokkurin hevur stríðst fyri í áravís og framvegis stríðist fyri.?Men fyri tað er onki persónligt stríð millum meg og landsstýrismannin – ella við løgmann. Vit hava ymisk politisk sjónarmið um uttanríkispolitikk Føroya. Djúpari stingur tað ikki.?Tann yvirskipaði spurningurin er: skulu politikarar vera tigandi atkvøðuneyt, tá framtíð Føroya skal formast??Tað haldi eg ikki.?Politikarar skylda borgarum at vera sjálvkritiskir og erligir um egnan politikk. Bert á tann hátt hava politikarar álit í fólkinum og trúvirði millum manna.?At fjølmiðlar síggja hetta sum standandi persónligar konfliktir, er spell.? ?Hvat býr undir??”Journalistiska” viðgerðin av mínum persóni í Degi og Viku gjárskvøldið tók slakar 8 minuttir. Í sjónvarpssamanheingi er hetta lang tíð. Fyrst eitt málandi dramatiskt innslag – og so eitt langt interview aftaná við ein "serfrøðing".”Skurkurin” fekk ikki møguleika at kommentera lemjandi kritikkin av sær. Nei, tað hevði verið at oyðilagt íspunnu konfliktina. Undirhaldið hevði horvið. ”Keysin”, sum sjónvarpsverturin valdi at nevna hetta, hevði dottið sundur.?Undirhaldandi karaktermorð fyri opnum skermi.?Hvat er tað, ið veruliga man búgva undir hesum ”tíðindaflutninginum”? Hví skal ein konflikt millum fólkatingsmannin og løgmannin nú trampast og manast upp úr jørðini??Ein frágreiðing kann vera, at fólkatingsmaðurin hevur verið so nasadjarvur at vera kritiskur móti Kringvarpinum. Hann hevur sett atfinnandi spurningar. Sett spurnartekin við óheftni og objektivitet í tíðindaflutninginum.?Neyvan er tað fallið í góða jørð, og kanska skal tað lønast honum aftur??Ein onnur frágreiðing er meira óhugnalig, tí hon er politiskt motiverað.?Kann tað hugsast, at ein politiskur sveinur hjá Javnaðarflokkinum vil seta kílar í Sambandsflokkin við einari ”saftigari konflikt” millum Edmund Joensen og Kaj Leo Johannesen??Vónandi er hetta ikki so.?Men um hetta kortini vísir seg at vera rætt, so hevur Kringvarp Føroya ein stóran etiskan trupulleika at loysa.

Edmund Joensen
Løgtings- og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin