Ein dystur hevur verið leiktur í ensku Premier League í kvøld.
Dysturin var millum Aston Villa og Queens Park Rangers, ið bæði stríðast í tygra endanum av Premier League.
Eingin ivi var um, at bæði liðini løgdu nógv fyri, at fáa øll trý stigini, og tað sást eisini aftur í dystinum, sum var serstakliga málríkur og undirhaldandi.
Dysturin endaði við 3-3 javnleiki, eftir at Aston Villa hevði verið á odda 2-1 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki eydnaðist tað Queens Park Rangers at venda dystinum, soleiðis at teir eina løtu førdu 3-2, men 7 minuttir fyri leiklok, skoraði Christian Benteke sítt triðja mál í dystinum, og tryggjaði Aston Villa tað eina stigið.
Eina stigið munaði eitt vet hjá Aston Villa, sum nú er nummar 16, og hevur trý stig niður til niðurflytingarstrikuna.
Queens Park Rangers er undir niðurflytingarstrikuni. Teir eru nummar 18, og hava 2 stig upp til Hull, ið liggur á 17’anda plássinum.
Aston Villa – Queens Park Rangers 3-3 (2-1)