Seinastu árini hevur Miðlahúsið boðið fólki til ókeypis tiltak í Vágsbotni á ólavsøku. Tiltakið er ólavsøkukvøld og bjóðar undirhald og tónleik. Tiltakið hevur undanfarin ár savnað eina stóra mannfjøld við túsundtals fólki, sum hava lurtað, sungið við og flent í trý korter.
Í ár fara Eyðun Nolsøe og Kim Hansen at syngja nakrar av teimum kendastu sangunum, sum teir hava skrivað gjøgnum árini. Nakrir av sangunum, teir eru mest kendir fyri, eru 80’ini, Mítt Land, Maria, Dansa og aðrar vælkendar slagarar.
Umframt Eyðun & Kim verður eisini framførsla við øðrum føroyskum tónleikara, eitt nú Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen, sum eisini eru kendir fyri nakrar av okkara allar fólkakærastu sangum.
Og teir lova okkum, at vit sleppa at hoyra nakrar av teimum, eitt nú sangin um 1001 nátt, mframt Annan Sang um hin, sum stendur í havnargøtum og lýður á, ímeðan hinummegin stendur kinnareyð og fegin, hon og sigur frá. Og ikki minst fer Upp á tá, og aðrir sangir at ljóma yvir alt Vágsbotn.
Ein av fremstu undirhaldarunum í landinum er Hilmar Jan Hansen. Hann kann spæla sjónleik, herma eftir fólki og annars skemta við góðum søgum. Fyrr í ár var hann ein av profilunum í stóru hallarkabarettini á Norðoyastevnu, Haugaard Pelagic, har hann eitt nú hermdi eftir bispi og Kára P. Højgaard - og tað kundi eisini hent, at eyðkenda røddin á Tobba verður at hoyra í Vágsbotni í kvøld.









