Undirhald í Vágsbotni

Miðlahúsið skipar aftur í ár fyri undirhaldstiltaki við skemti og tónleiki

Tað er blivin afturvendandi táttur, at Miðlahúsið bjóðar fólki til tónleik og undirhald í Vágsbotni ólavsøkukvøld. Undanfarin ár hava túsundtals fólk leitað sær til tiltakið, sum hevur havt góðan tónleik og undirhald á skránni.

Í ár bjóðar Miðlahúsið tvey tónleikainnsløg, og talan er um eitt av teimum kendu og etableraðu nøvnunum og um eitt nýggjari navn, sum av álvara hevur fingið vind í seglini.

Danny And The Veetos hava veruliga vunnið pláss í føroysku tónleikahjørtunum seinasta árið. Frískligi bólkurin við teimum frálíku sangunum hevur hittað við Sunnukvøld í Mai og All Right, og teir eru ávegis við nýggjum sangum. Nú fara teir at spæla fyri stórari áhoyrarafjøld á ólavsøku.

Signar í Homrum hevur seinastu árini verið millum best umtóktu føroysku tónleikanøvnini. Signar er til reiðar at fara á pallin uttan fyri studio hjá Rás2 og spæla nakrar av sínum kendu sangum fyri stóru áhoyrarafjøldini.

Í ár verður tað Hilmar Jan Hansen, sum stendur fyri undirhaldinum á tiltakinum.Hilmar Jan er framúr sjónleikari og skemtari, og hann hevur í fleiri áratíggju luttikið í tiltøkum, leikum og staðið á odda fyri samkomum kring landið.

Hilmar Jan Hansen dugir at herma eftir kendum fólki, hann dugir at spæla leiklutir, og hann dugir at skemta við akutellum hendingum. Spennandi verður at vita, hvat Hilmar Jan fer at bjóða fólki í ár.

Ólavsøkubrakið hjá Miðlahúsinum verður í Vágsbotni ólavsøkudag 29. juli kl. 22.00. Pallurin verður nakrar metrar uppi í luftini uttanfyri studio hjá Rás2 í Miðlahúsinum.